2016 - 2023
Takk fyri mong góð ár.

[email protected]

Tann 10. Mai 2023 ferð eSport.fo í søguni. 

Vit vilja takkað øllum fyri stuðulin í hesi mongu árini. Vit vóru sett í stovn í 2016, og hava síðani havt stórar kappingar og tiltøk fyri alt Føroya Fólk. Fleiri enn 4000 nøvn eru skrásett hjá okkum umvegis kappingar, tiltøk og aðrar staðnis. 

Orsøkin til at eSport.fo steðgar eru nógvar. Stovnarin Rúni ferð frá fyri at hugsað meira um heilsuna, familjuna og royna sær aðrar leiðir. Aðrar orsøkir eru, at tað hevur verið tórført at funni hjálparfólk til ymisk átøk eftir Koronu, vegna lágan arbeiðsloysi. Tann fíggjarliga byrðan at fyriskipa, og royna at gera tað á høgum støði, er eisini ein stórur partur av hesum.

Stríði við fígging frá tað almenna ávirkar eisini.

Vit hava samráðast í fleiri ár við ymisk almennar stovnar, og viðhvørt geva tey veðhald, men ofta í tann lítlan endanum. Tað, at gullið altíð er nær, hevur hildi dreyminum um at Føroyar ikki skulu gerast 10 ár aftanfyri hini londini. Men, einaferð má man ásannað, at nú er nokk. 

Tørvur á nýggjum kreftum

Áðrenn Koronu, høvdu vit nógv og føst hjálparfólk, ið vóru við til at gera esporturin tað nakað serligt í Føroyum. Vit uppnáttu nógv, bygdu studio, gjørdu filmstilfar, livestroymaðu nógv og alt annað ið ein fremleiðsla inniber. Men eftir Koronu, fóru øll hvør sínar vegir. Av tí sama, hevur tað verið sera tungt hjá einum / tveimum persónum at hava tað koyrandi, og energi’i er tíverri ikki har meira. Tískil er nú tíðin hjá nýggjum kreftum at koma innyvir og royna at byggja E-sporturin víðari uppá.

E-sporturin nokk tann størsti ítróttargreinurin í Føroyum

Um granskingar frá grannalondini kunnu nýtast her í Føroyum, ella samanberast, so ber væl til at siga, at E-sporturin er størri enn Fótbólturin, Hondbólturin og aðrir ítróttargreinar. Munurin er tó, at í meðan hinar ítróttargreinarnar fáa milliónir í stuðli til bygging av hallum, hølir og fígging sum heild til ymisk viðurskifti, so megnar esporturin í Føroyum sum oftast, kanska, at fáa fígging til at leiga eina høll, og okkurt afturat tí. 

Stuðulin aðrastaðnis

Hyggja vit aðrastaðnis uttanfyri Føroyar, so er stuðulin fastur og stórur nokk til at tey flestu ungu kunnu gagnnýta e-sporturin sum eitt positivt amboð í samfelagnum. Skúlar, ítróttarfeløg, áhugabólkar, ungdómshús og privatar aktørar leggja alsamst meira í tað umkring okkum. Tó annaðleiðis í Føroyum. 

 

Takk fyri mong góð ár, lat E-sporturin ikki doyggja út í Føroyum. 

Blíðar heilsur,

Rúni.