10 Milliónir Krónur Játtaðar Til Esport!

Tann 25. januar 2019 avgjørdi vinnuráðið í Danmark at taka í móti umsóknum fyri stuðul til esport tiltøk, fyri at varðveita støðuna hjá Danmark sum heimsins mest framkomna land innan esport.

Stýrið hevur lagt eina peninganøgd á 10 milliónir krónur til esport tiltøk, sum skal deilast yvir fýra ár. Peninganøgdin hevur til endamáls at skumpa undir tiltøk, sum eru við til at gera Danmark heimsins mest framkomna land innan esport. Avtrat tí, ynskir stýrið at vísa eldfýsu fyriskiparunum viðurkenning fyri teirra arbeiði.

Tað eru seks tiltøk, sum eru til frama fyri esport í Danmark sum nú kunnu gleðast um at fáa fígging frá stýrinum. Tað vóru heili 46 umsóknir sum tilsamans spurdu um 12 milliónir krónur.

Í ár eru tað hesi tiltøkini, sum fáa sín part av teimum 2 milliónum krónunum, sum eru avsettar til 2019:

  • NPF-LAN ApS til ‘Esports Festival for Educations’
  • MTG Nordics A/S til ‘Esuperliga Finals’
  • GroupM Denmark A/S til ‘FutureX: NextM Esport’
  • Sørbymagle Idrætaforening til ‘Esports Forenings Festival (EFF)’
  • RFRSH ApS til ‘BLAST Pro Series’
  • Dansk Boldspil Union til ‘Danmark har ebolden’

Hjá eSport.fo halda vit, at hetta kemur at hava stóran týdning fyri esport í norðanlondum, og upfatanina hjá fleiri av esporti. Hetta er eitt tekin um, at esportur hevur meira uppá seg, enn fleiri hava hildið, tó at vit hava sæð eina vending seinastu árini, har fleiri og fleiri taka esport hugtakið til sín. Vónandi merkir hetta eisini, at vit í Føroyum fara at síggja tað almenna vísa størri undirtøku fyri esporti í Føroyum, tí at tiltøkini snúgva seg ikki bert um pening og spæl, men stuðlar einari mentan sum ríkar okkara tjóð. Føroyingar hava eisini víst seg at verða serstakliga dugnaligar í móti mótstøðuliðum frá uttanlondum, í mun til hvussu fáar leikarar vit eiga við avmarkaða fólkatalinum í Føroyum.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here