100 spælarir í CS:GO kappingini

Eftir bert 2 vikur er CS:GO kappingin longu full tekna, tað vil siga at øll 20 plássini eru tikin.
100 spælarir hava meldað seg til at kappast í tí størstu føroysku online CS:GO kappingini nakrantíð.

Mánadagin 2. mai byrjar kappingin við einum bólkaspæli.
Har eru 4 bólkar(A,B,C,D) við 5 liðum í hvørjum bólki.
Mánadagin til hósdagin verður bólkaspæl hvørt kvøld klokkan 18.30 og 19.30 har bert 3 lið koma víðari til eina single elimination kapping.
Kvart-hálv og finalan verða stroymaðar á Esport.fo við føroyskum frásøgufólki.

Single Elimination kappingin:
18.30 fríggjadagin 1. Runda Bo1
19.30 fríggjadagin kvartfinalan Bo3

15.00 leygardagin hálvfinalan Bo3
19.00 leygardagin finalan Bo3

Tað ber til at síggja kappingina á forsíðuni hjá Esport.fo og CS:GO síðuni.
Kappingin er tilvildarliga blandað.

Nr. 1 fær virði 5000,- frá Elding
Nr. 2 fær virði umleið 600kr frá Pizza67
Nr. 3 fær virði umleið 600kr frá Pizza67

Kunning til liðformenn:
Liðformaðurin kemur á okkara teamspeak ts.esport.fo fyri at fáa vegleiðing(eitt rúm er sett av til tað endamálið).
Um tit hava spurningar skrivað til facebook síðuna hjá okkum.

Cart
  • No products in the cart.