Tær komandi vikurnar leggur eSport.fo, í samstarvi við Vodafone, Expert og SMS, karmar til eitt nýtt kappingarumfar í telduspælinum CS:GO.
”Hetta verður stórt!”
Soleiðis ljóða orðini á manninum handan eSport.fo, Rúni W. Johnsen. Tað má eisini sigast, tí ongantíð áður hevur talið á luttakarum verið so stórt til eina føroyska kapping í telduspælinum CS:GO. Afturat hesum, er vinningurin eisini methøgur.
Í morgin verður nýggja umfarið, kallað Sesong 2, skoti í gongd. Eftirfylgjandi fara 16 lið at dystast um ymiskar vinningar. 16 lið eru skrásett til kappingarumfarið, har 6 lið dystast í deild A og 10 lið í deild B.
Í deild A verður kappast um meira enn 15.000 kr í vinningum. Fýra tey bestu liðini í hesu deildini spæla seg víðari til finaluna. Hini bæði liðini rykkja niður í deild B. Tey liðini sum enda nummar 1 og 2 í deild B rykkja tískil upp og sleppa at leika í deild A í Sesong 3 sum eftir ætlan byrjar í heyst.
Stutt um CS:GO
Counter Strike : Global Offensive, stytt CS:GO, er eitt taktiskt telduspæl har tvey lið dystast ímóti hvørjum øðrum. Á hvørjum liði eru tað í millum 5 – 8 leikarir, tó eru tað bert 5 ið sleppa at vera á ”vøllinum” í senn, restin eru so útskiftarir. Spælið snýr seg um at tað eru yvirgangsfólk ímóti løgreglufólk. Uppgávan hjá yvirgangsfólkunum er at leggja eina bumbu á eitt av tveimum ávísum plássum. Løgreglufólkini skulu sostatt forða teimum í at leggja bumbuna. Liðini mugu so brúka ymiskar taktiskar loysnir og vápn til at loysa uppgávuna betri enn mótstøðuliðið. Tað liði sum fyrst vinnur 16 rundir, vinnur dystin.
Finalan í SMS
- mai verður finalan leikt í SMS við frásøgufólkum, pallið og pláss til 300+ áskoðarar. Tað verða 4 tey bestu liðini úr deild A sum fara at kappast um stóra vinningin, sum Expert, Vodafone og SMS hava stuðla við.
Stroyming og burturlutingar á heimasíðuni
Dystirnir verða regluliga stroymaðir á www.esport.fo, har tað eisini ber til at luttaka í burturlutingar ímeðan dystirnir eru í gongd.
Kl. 19.00 í annaðkvøld(Fríggjadagin, 3. Mars) møtast stórliðini MYD og SYG í einum braki av einum dysti. Inni á stroyminum ber tað eisini til at luttaka í eini burturluting við virði uppá 1000,-.
Landsliðið skal finnast
Ætlanin er eisini at umboða Føroyar í altjóðum kappingum og eSport.fo vilja fegnir savna bestu leikararnir í Føroyum at umboða okkum. Tað verður tískil eisini hugt eftir hvussu einstaklingseyðkenni er á teimum ymisku leikarunum undir Sesong 2.
Vodafone
Fyri at tryggja bestu servararnar hevur Esport.fo í samstarv við VODAFONE set up nakrar 128 tick servarar í Føroyum, hettar merkir, at tú kann vænta 5~ millisekund ping tá ið tú spælur dystirnar og hit registration er so gott sum tað kann blíva.
Tøkk til stuðlar okkara Vodafone, Expert og SMS fyri at gera hettar til ein veruleika.
Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen