Alt um CS:GO Kappingina og um spælið!

Í farnu viku hava 100 persónar leikt til Føroya størstu kapping innan telduspælið Counter-Strike:Global Offensive. 20 lið við 5 persónum á hvørjum, hava hesa vikuna kempa um fyrsta plássið í størstu online kapping nakrantíð í føroyskari søgu.

Spælið, ið hevur verið nógv umtala í útlendskum miðlum í seinastuni, snýr seg um tvey lið, yvirgangsfólk og politistar, har 5 leikarar eru á hvørjum liði. Hvørt lið hevur eina uppgávu at loysa; yvirgangsfólkini skulu leggja bumbuna á ávísum støðum har teir so skulu verja hana til hon brestur. Politistarnir skulu hinvegin verja bumbustøðini – og um tað eydnast yvirgangsfólkunum at leggja bumbuna, skulu teir so royna at avfjúsa bumbuna so hon ikki brestur.
Tað liði ið loysir sína uppgávu vinnur rundina. Ein dystur er í mesta lagi 30 rundir – liðið sum fyrst kemur upp í 16 rundir vinnur dystin. Endar dysturin 15-15 verður yvirtíð lagt uppí inntil vinnarin er funnin.

CSGO-tournament-small
Bólkaspælið byrjaði mánakvøldið og fór soleiðis fram: 4 bólkar, bólkur A, B C og D við 5 liðum í hvørjum. Hvørt lið spælir 1 dyst ímóti hvørjum liði í sínum bólki har vinnarin av bólkinum tryggjar sær pláss í fjórðingsfinaluni. Nummar 2 og nummar 3 úr hvørjum bólki mugu leika um fjórðingsfinalupláss, har tað við lutakasti verður avgjørt hvat lið skal spæla í móti hvørjum.
Nú bólkaspælið er av, eru 8 lið farin úr kappingini. Fýra lið hava spælt seg beinleiðis víðari í fjórðingsfinaluni.

Tey eru:

Bólkur A: A|9
Bólkur B: Tenacious Gaming
Bólkur C: dreamON!
Bólkur D: Team Ballast

Í dag, leygardagin, kl. 15.00, verða hálvfinalurnar leiktar.
Finalan verður leikt leygarkvøldið kl. 19.00

Allir dystirnir verða stroymaðir á www.esport.fo. Eisini ber tað til at fylgja úrslitunum har.
Kappingin hevur higartil verið væl dámd. Sigast kann at heili 2100 persónar hava leita seg til kappingina hesa vikuna.
Liðið ið vinnur kappingina fer heim við 5000,- í virði frá Elding. Nummar tvey og trý vinna eitt gávukort uppá 600,- til Pizza 67.
Ymiskar eru meiningarnar um E-sportur kann greinast sum ein ítrottur men tað er eitt alsamt veksandi ítriv. Slíkar kappingar verða hildnar dagliga kring knøttin har fleiri milliónir áskoðarar fylgja við. Vinningarnir eru eisini vorðnir so stórir at ofta er tað talan um fleiri milliónir krónur í vinningi. Dagliga sita yvir ein hálv millión fólk og spæla Counter-Strike, sum alsamt veksur.

Tað er toymið handan heimasíðuna www.esport.fo, sum í samstarvi við Elding Elrisan og Pizza 67, hava skipað fyri kappingini.

Cart
  • No products in the cart.