3.000,- í vinningum – League of Legends

Vit kunnu hervið avdúka, at Elding hava stuðlað Esport.fo við 5x vælumtóktu Razer Naga músir, sum vinnarnir fáa.

16 lið fara at kappast ímótir hvørjum øðrum, har bert ein vinnari kann kósast! Kappingin byrjar 8 apríl, har fyrstu dystirnar verða, og heldur á fram 9 apríl, har vinnarnir skulu finnast. Finalan verður stroyma beinleiðis á okkara League of Legends síða her á esport.fo, ígjøgnum twitch. Samstundis verða 2 castarir, ið fara at kjakast meðan finalan verður.

Vit vilja samstundis bjóða øllum inná okkara TeamSpeak servara, har vit hava gjørt rúm júst til kappingina, og tit kunnu skrivað til okkara fyri at fáa tykkara egnu rúm.

TeamSpeak addressan:

ts.esport.fo

Spælt verður á EU-WEST

Tað er bert pláss fyri 5 liðum avtrat. Skrivað til okkara á facebook fyri at melda tykkum til.

Esport.fo á Facebook

League of Legends Event á Facebook

Cart
  • No products in the cart.