3 meistaraheiti til Johan “N0tail” Sundstein

 

Johan og hansara lið OG, hava júst vunni kappingina “The Boston major” ið er ein av trimum stórum valve-fíggjaðu kappingum, ið verða hildnar hvørt ár, og tað er ikki smápengar ið føroyingurin hevur fingið við heim. Heili ein millión dollarir var vinningurin til liðið sum kláraði at berja seg gjøgnum sítt bracket, og her var eingin losers bracket t.v.s. at um tú tapti vart tú úti, og ongan kjans aftrat.

OG høvdu sín fyrsta dyst móti MVP Phoenix. Hesin dysturin var á pappírinum rímiliga lættur hjá OG, men MVP hava drilla OG fyrr við sínum skjóta spælistýli, og sum Kim “Febby” Yong-Min hjá MVP kallar tað, Caveman dota. OG megnaðu tó at vinna dystin trygt. Næsti dysturin var móti Warriors Gaming Unity, ið heilt óvanta høvdu kvalifisera seg til kappingina, og entá vunni á Complexity, eitt av teimum bestu amerikansku liðunum. Hetta var tó heldur eingin trupulleiki og OG førdu seg frameftir eftir tabellini, til næsta mótstøðuliði ið hesa ferð vóru gigantanir EG úr amerika, ið var leitt av teirra gamla spælara Andreas “crit” Frank Nielsen. Sjálvt um hetta stóð til at verða ein javnur dystur á pappírinum vístu OG okkum, at teir vóru væl fyrireikaðir og sendu EG heim uttan at tapa eitt spæl móti teimum.

OG vóru nú í finaluni mótir grikkunum Ad Finem, ið heilt óvanta høvdu sloppið sær allan vegin til finaluna í teirra fyrstu stóru kapping nakrantíð, og høvdu vunni hjarta hjá flestu áskoðarunum í Boston. Men veruleikin var ein annar, OG vunnu 3-1 á Ad Finem í einari finalur har øll spølini vóru yvirbevísandi fyri OG uttan game 3, sum man fara í søguna sum eitt tað besta spæli av dota nakrantíð.

OG høvdu hvørsíðani skift 3 mans út á sínum liðið út av 5. David “moonmeander” Tan, Andreas “crit” Frank Nielsen og Amer “miracle” AL-Barkawi, høvdu allir leita sær til nýggj lið aftaná eina harða transfer sesong, bert n0tail og Tal “fly” aizik av tí originala OG vóru eftir á liðinum, og hetta fingu fólk at yvast um hvussu væl OG kundu klára seg vi heili 3 nýggjum spælarum . OG megnaði tó at fáa 3 nýggjar góðar spælarir á liðið; og sum fly segði, vantaði hann at hetta liðið kundi blíva betri enn tað gamla OG ið hevði 2 meistaraheiti undir beltinum.

 

Nýggja liði hjá OG

Tal “Fly” aizik úr Ísrael

Johan “N0tail” Sundstein úr Føroyum (Búsitandi í Danmark)

Gustav “s4” magnusson úr Svøríki

Jesse “JerAx” Vainikka úr Finnlandi

Anathan “ana” Pham úr Avstralia

 

Skriva hevur: Mje

Cart
  • No products in the cart.