4. umfar og stigatalvan

So er 4. umfar spældur í Elektron Deildini, og somuleiðis síggja vit nú aftur í stigatalvuna hvar ymsu liðini liggja. Til hetta umfarið livestroymaðu vit dystin millum No Namers og Meet Your Destiny.

Dystarfrásøgn frá dystininum No Namers og Meet Your Destiny:

No Namers byrjaðu við at banna de_overpass, og síðani tók MYD avgerð um at banna de_mirage. No namers valdu síðani de_inferno sum teirra høvuðs bana, sum var tann fyrsti sum skuldi spælast. MYD valdi síðani at velja de_nuke sum teirra høvuðs bana. Síðsta banan hevði verið de_dust2.

Stutt um báðar dystirnar kann sigast, at vit síggja aftur í dystunum, at MYD byrja øgiliga seint, við at verða aftanfyri í fyrstu 5 rundunum, men síðani svara teir aftur til No Namers, og dystirnar blíva sera javnir. Í fyrsta dystinum sæst serliga, at Zeynt hjá MYD spælur sera væl, og er skjótur til at sikkra bumbustøðini, og hjá No Namers er tað aftur Ozz sum veruliga er ein lykla leikari, ið sera ofta klárar at basað rundirnar við shotguns og hannsara ikoniska AUG-vápna førleika.

Í næsta map, de_nuke, er dysturin so javnur sum ber til. Sjálvt um No Namers megna at vinna teir tíðandi fyrstu rundirnar, so eru MYD skjótt við í spælinum aftur, tá teirra búskapur røkkur til góð vápn. Bæðini fylgjast annars í stigum heilt upp til 14-14, og nógv tíður uppá, at tað verður yvirtíð. Tó hendur tað, at M1kk frá MYD, tekur knasandi góða avgerð við at spæla við tíðuna, har hann bíðar eftir tí bestu løtuna at koma fram og skjóta leikarnir hjá No Namers, og førir liði til 15-14. Í síðstu rundu takað No Namers eina katostrofala avgerð, har IPawnDeysi og EXECUTE standa lið um lið, og frusaZ tekur og drepur báðir lættisliga, og tískil vinna MYD 16-14 á No Namers í Map 2. Sí brot av hesum niðanfyri.

Nú er stigatalvan klár á CS:GO síðuni hjá okkum, og hon verður dagførd av sær sjálvum tá liðini skráseta støðurnar hjá sær. Liðini verða biðin um at dagførða dystirnar hjá sær skjótast gjørligt, soleiðis at stigatalvan altíð er røtt.

Støðan eftir 4. umfarð:

*2 dystir mangla at spælast. Ein frá 3. umfar og ein frá 4. umfar

Dysturin millum Team Suh Dude og Area51 var sera einsíðus, sambært liðini. Team Suh Dude vann 2-0 sera skjótt, og Area51 eru tískil nú á 6. plássið.

Cart
  • No products in the cart.