eSport.fo avdúkar avgjørt størsta LAN tiltakið higartil!

eSport.fo avdúkar avgjørt størsta LAN tiltakið higartil, nevniliga eLan #2! Í tí sambandi hevur eSport.fo gjørt eina nýggja heimasíðu, ið framyvir kemur at hýsa alskyns av nýggjum møguleikum í Føroyum. Eitt nú verður dentur lagdur á, at tey ið luttaka framyvir kunnu velja júst hvar tey vilja sita, tá atgongumerkið verður keypt. Eisini hevur heimasíðan eina heilt nýggja funku, nevniliga nethandil.

Um eLan
Á hvørjum ári skipar eSport.fo fyri eLan, ið er eitt av føroya feitastu og størstu mentanartiltøkum. eLan snýr seg um at savna allar spælarar í Føroyum, ið hava felags áhugamál innan gaming av øllum slagi, líkamikið um tað er á teldu, playstation, xbox, ella annað. Nógv nýtt verður til eLan #2, sum ikki var seinast, eitt nú føroyameistaraheitið í FIFA 18.

Fyriskiparnir siga í samrøðu:
“Síðani vit stovnaðu eSport.fo í 2016 hava vit fingið fyrispurningar um at hýsa FIFA kapping. Vit hava hildið eyguni við FIFA, tí vit vita frá okkara keldum, at har eru yvir 1.000 brúkarar ið eiga spælið í Føroyum.”

eLan #2 verður í Hoyvíkshøllini tann 6. og 7. Juli 2018, og forsølan av atgongumerkjum er byrjað á heimasíðunni www.elan.esport.fo. Tiltakið er býtt upp í tvey atgongumerkir. Tað eina atgongumerkið gevur atgongd til eLan #2 sum heild, við sitiplássi og atgongd til ókeypis teldu kappingar, sum kostar 300,-. Hitt atgongumerkið er einans til FIFA kappingina, har ætlanir eru at gera nógv burturúr. FIFA atgongumerkið kostar 150,-. eSport.fo er í løtuni í ymiskum samráðingum um vinningar til føroyameistaraheitið í FIFA, og kann tískil ikki avdúka júst hvørjir vinningar verða, júst nú.

Til eLan #2 verða upp til 250 sitipláss seld, og í løtuni verða einans 100 atgongumerkir seld til FIFA 18 kappingina. Tað snýr seg um ‘først-til-mølle’, tí atgongumerkini verða ikki seld við dyrnar. Har verða alskyns av ymiskum kappingum til eLan #2, men júst hvørjar, verður avdúkað seinni.

Nýggj heimasíða
Nýggja heimasíðan eitur www.elan.esport.fo, og á henni ber til at ogna sær til ymiskar vørur ið eSport.fo framleiðir. Heimasíðan hýsir eisini aðrar funkur, sum t.d. at melda lið til ymisku kappingar, eins og til ber at síggja á hvat er lagt aftrat síðan seinasta eLan.

Á nethandilinum ber til at ogna sær hettutroyggjur og T-Shirts, við tínum yndisliði á. Hetta merkir, at inni á handlinum kann hvør einstakur velja, júst hvat fyri lið man ynskir at hava prentað á frammanfyri, og eisini kann hvør einstakur skriva sítt egna navn á ryggin. Stuðla tí liðnum, sum tú heldur við, við at keypa teirra troyggju! Allar vørur verða útvegaðar til eLan #2, og kunnu eisini avheintast eftir 7. Juli í Tórshavn. Um ynski er at fáa vøruna við posti, verður tað við eyka kostnaði í gjøgnum Posta.

Leggið til merkis, at sergjørdar liðtroyggjur og T-Shirts skulu bíleggjast frammanundan, fyri at vøran skal koma fram í stundum. Tískil er seinasti dagur at keypa plagg tann 1. Juni.

eSport.fo hevur eisini átikið sær, at framleiða Limited edition T-shirtir, ið eru til frama fyri deildina sum spælarirnir spæla í. Á hesum sinni er tað Elektron deildin, og tað merkir at eSport.fo hevur framleitt eina limited edition útgávu til Elektron Deildina, har baksíðan inniheldur nøvnini á øllum skrásettum leikararum í bestu deilduni í Føroyum. Troyggjan er serstøk tí hon heiðrar allar spælararnar, og samstundis er hon við at stuðla undir øllum eSporti í Føroyum.

Sí heimasíðuna her

Búmerkir og lið vit hava í løtuni:

     
Team BloodSportGaming

Leikarar: IPawnDeySi, FaroeMystic, FrusaZ, Frosty, Holmes Junior og útskiftari er Flexo

Team Blue 1ce

Leikarar: SiMoNiO, HansOG, Aron, vypp, Elmir og útskiftararnir eru magnu og Mogens

Team No Hit Wonders

Leikarar: Caliban, Mercenary, TeddyS, Sa1nt, Raindrop og útskiftararnir eru Teddymeister og Birgie

   

+3 onnur lið, har búmerkini koma seinni.

Team Promillu Bandin

Team TT

TeamSpik

Team SpaceCowboy

Leikarar: Ozz, Nazi Maniac, Chopa, Fisa, KingQuantum og útskiftararnir eru Wickerman og IMA

Team Ballast

Leikarar: SkríggJ, heimardinker, LAZ, Unluckybird, Exirpit og útskiftararnir eru Grindaboð og HappyFeet

*Nøkur lið verða løgd afturat teir komandi dagarnar. Har eru til samans 8 lið í Elektron Deildini, tó mangla vit at fáa nøkur búmerkir enn.

Cart
  • No products in the cart.