Vinnarnir í Elektron Deildini – 58.000,- í Sesong 4 er..

Seint hóskvøldið tann 5. Juli vóru vinnarirnir av FM í Counter-Strike: Global Offensive funnir. Tað vóru Team Ballast ið gjørdust vinnarar av FM heitinum, og tað er eSport.fo sum skipar fyri FM heitinum í Counter-Strike: Global Offensive árliga, hetta fjórðu røð síðani eSport.fo byrjaðu at hýsa FM í Counter-Strike: Global Offensive.

Tað byrjaði smátt hjá eSport.fo við sínum kappingum í ymsum spølum, men hóskvøldið fóru Team Ballast avstað við sínum parti av teimum 58.000 krónunum sum vóru lætnar luttakandi liðunum í Elektron Deildini. Á hvørjum árið verða úrtøkudystir spældir online, ið skulu avgerða hvørji lið koma við á LAN fyri at spæla um vinningarnar.

Finalan eins og semi-finalan, var spæld eftir einum sonevndum best-of-three formati. Hetta vil siga, at annað av liðunum skal vinna tvær mappir, fyri at vinna ein dyst. Semi-finalan í millum BSG og Team TT var mett at verða sera tøtt, tó at tað vísti seg at BSG ikki hevði stórar trupulleikar í móti Team TT, og støðan endaði 2-0. Semi-finalan í millum Team Ballast og Team Spacecowboy var ótrúliga tøtt, hóast at Team Ballast vóru stórir favorittar. Team Ballast fingu eina ringa byrjan á triðja korti, tá støðan var 10-2 til Space Cowboy uppá eitt tíðspunkt. Team Ballast fingu hálað støðuna inn aftur, og dysturin bleiv avgjørdur í yvirtíð á triðju map, har støðan var 25-22. Team Spacecowboy høvdu siðurin í eina løtu, tá LAZ úr Team Ballast var einsamallur eftir í móti trimum Team Spacecowboy ið høvdu plantað bombuna. Hevði LAZ ikki megnað at stolið hesa runduna, høvdu Team Ballast verið úr kappingini í semi-finalunum.


Í samrøðu við LAZ sigur hann at hann átekur sær ein rímiliga stóran part av orsøkini fyri hví dysturin kom í yvirtíð, tá hann hevði eitt óheppið spæl, og ikki fekk gjørt nógv til nyttu. Tó var hann sera glaður fyri at hann fekk hjálpt liðnum tá tað trongdi til allar mest, hóast at hann ikki hevði ein serliga góðan dyst á Mirage kortinum í móti Team Spacecowboys.

Eitt brot frá twitch stroyminum ið vísir rundina hjá LAZ sæst her:

Stuðlarnir til Elektron Deildina eru Elektron, Power, Hey, Føroya Bjór og Pizza67. Uttan stuðlarnar hevði tað ikki borið til at skipað fyri kappingini. Stuðlarnir hava latið vinningar, tilfar, og aðra hjálp til eSport.fo, soleiðis at kappingin kundi gerast ein veruleiki.

Føroyameistarar eru:

Jákup Viljam ‘exirpit’ Dam (Liðskipari)
Jógvan Martin ‘LAZ’ Joensen
Martin ‘UnluckyBird’ De Fries Justinussen
Ragnar ‘Grindaboð’ Kruse
Petur Ingvar ‘HappyFeet’ Bjellvåg.
U: Hanus ‘Heimardinker’ Jóhansson

Nummar 2 gjørdust:

Bjarni ‘Frosty’ Zachariasen (Liðskipari)
Hans ‘FaroeMystic’ Jakobsen
Heðin ‘HMonster’ Mortensen
Fríði ‘FrusaZ’ Lómstein Zachariasen
Hermann ‘HolmesJunior’ Joensen

 

Spælt verður um 3. Og 4. Pláss skjótast gjørligt, og tað stendur í millum TT Gaming og Team Spacecowboy.

 

Vinningarnir eru áljóðandi:

  1. Pláss: 10.000 kr. Kontant + upp til virði á 15.000 kr. frá POWER + Virði á 2.380 kr. frá Pizza67 + 5x eSport.fo troyggjur + Steyp
  2. Pláss: Virði á 5.000 kr. frá Hey + virði á 5.000 kr. frá Føroya Bjór + Virði á 1.785 kr. frá Pizza67.

3-4. Pláss: Virði á 2.500 kr. frá Hey + virði á 2.500 kr. frá Føroya Bjór + Virði á 1.190 kr. frá Pizza67.

  1. Pláss: 5x eSport.fo troyggjur + Virði á 595 kr. frá Pizza67.
  2. Pláss: Virði á 595 kr. frá Pizza67.

Mynd: Christa R. Weihi, Samskiftis leiðari frá Elektron, handar 10.000,- í vinningi til vinnarnar

 

Cart
  • No products in the cart.