6 dagar til risa stóra CS:GO kappingin á 6.000,- í vinningum

Nú er tað bert 6 dagar eftir til Risa stóra CS:GO Kappingin, har 100 spælarir fara at dystast um at verða Føroya Besta CS:GO Lið.

Øll lið eru nú almenn deild út í bólkaspælinum, har 5 lið eru í hvørjum bólkið.

Dystast verður um vinning á 5.000,- frá Elding, og 2x Buffét fyri alt liði til 2 og 3 plássið í Pizza 67.

Til ber at síggja júst nær liðini skulu spæla, við at trýsta á “matches”, og vit viðmæla at seta tíðspunktini niður í kalendarin, soleiðsnar at eingin miskyljing er fyri nær tit skulu spæla. Eisini verður heitt á, at um eitt lið er 15 min for sein, tapa teir dystin.

Liðformenn skulu møta 30 min áðrenn á teamspeak, ts.esport.fo, og fáa vegleiðing til servara, info hvussu teir gera osv.

 

Brackets:

Cart
  • No products in the cart.