Nú eru vit til reiðar at skráseta lið og leikarar til Elektron Deildina, og samstundis eisini undankappingina! Fyri at hava møguleika fyri at koma beinleiðis í Elektron Deildina brúka vit okkara gamla “3 av 5” reglugerð ið eisini var galdandi fyrru sesong. Nærri kunning viðvíkjandi hesum er seinni í hesi grein.
Vit eru sera spent uppá nýggjastu sesongina av okkara Counter Strike kapping, ið hesaferð eitur Elektron Deildin #5! Deildin er stuðlað av Elektron, Elding, Føroya Bjór og Pizza67! Áleið 56 leikarar fara at leika í deildini har spælt verður um góðar 50.000,- tilsamans. Tað verða top 5 liðini sum fáa sín part av teimum 50.000 krónunum, og mett verður at vinnandi liðið fær áleið 30.000,-. Júst hvussu vinningarnir verða burturlutaðir í millum liðini verður kunngjørt tá kappingin er byrjað. Tó so, verður hetta kunngjørt áðrenn kappingin er komin í helvt.
Fyri teir flestu spælararnar og liðini krevst tað, at tey spæla seg víðari til Elektron deildina í gjøgnum okkara undankapping. Undankappingin verður spæld yvir eitt átta daga tíðarskeið. Undankappingin byrjar tann 1. Februar og finaludagurin er Fríggjadagin 8. Februar. Kappingin fyrigongur seg fyrst í einum bólkaspæli, har liðini verða deild upp í bólkarnar A, B, C, og D. Spælt verður annan hvønn dag, uttan 3. Februar (um ikki annað er avtalað í millum liðini). Tað er ókeypis fyri øll at luttaka í undankappingini ið kemur í stað fyri eCup kappingina sum skuldi verið fyrr í Januar.
Hósdagin og Fríggjadagin 7-8. Februar verða semi-finalur og finalan í Undankappingini. Tá verður kunngjørt hvørji lið luttaka í Elektron Deildini.
Tilmelding kann gerast á leinkjinum niðanfyri.
https://goo.gl/forms/LQ94kzrsNNnyIn5h1
Seinasta freist at melda seg til undankappingina er Mikudagin 30. Januar klokkan 20:00. Meldið tykkum til stundisliga, soleiðis at allir leikarar verða skrásettir rætt. Liðini ið ikki koma víðari til Elektron Deildina fáa høvið at luttakað í Deild B.
Bólkur A og C spæla Fríggjakvøldið og Mánakvøldið 1 Februar og 4 Februar.
Bólkur B og D spæla Leygardagin og Týskvøldið 2 Februar og 5 Februar.
Manglar nakar dystur, so kunnu teir spælast Sunnudagin 3. Februar ella Mikudagin 6. Februar. Seinasti dystur skal verða leiktur áðrenn Mikukvøldið klokkan 21:30.
Spælt verður frá klokkan 19:00 allar dagar, tó undantikið leygardagin, tá byrjað verður klokkan 17:00. Semi-finalurnar og finalan verður kunngjørt dagin fyri, men tó við ætlaðan byrjanartíðspunkti frá klokkan 19:00.
Fyri at sleppa beinleiðis í Elektron Deildina er neyðugt at 3 av 5 spælarum á liðnum framvegis eru teir somu leikararnir sum luttóku í Elektron Deildini #4. Eisini loyvur regulin, at um 4 av 5 leikarum vóru í einum av top 5 liðunum til síðstu sesong, so fær liðið eisini beinleiðis atgongd til Elektron Deildina. Tað eru bert main-roster leikarir ið telja, og ikki um ein spælari er skrásettur sum útskiftari frá fyrru Sesong ella sum útskiftari í Sesong 5.
Stroyming
Vit royna at stroyma alla undankappingina. Annars verður finalan stroymað á eSport.fo/live og á www.twitch.tv/esportfo.
Mannagongd
Liðini fáa tillutað ein servara at spæla á, sí nærri á CS:GO síðuni tá skrásetingin er liðug. Bæði liðini skulu møta stundisliga á servarinum, og spælt verður altíð so skjótt sum gjørligt eftir ein dyst.
Bólkaspæl er Bo1, og miðjað verður eftir at spæla 3 dystir fyrsta dystardag, og 2 dystir næsta dystardag hjá bólkunum.
Á okkara CS:GO síðu ferð at verða eitt leinki til at síggja Brackets og hvørjir dystir skulu spælast.
Bert nummar 1 og 2 fara víðari úr bólkaspælinum víðari í einum single-bracket skipan, sum sær soleiðis út.