Í kvøld er seinastafreist at melda seg til tí størstu League of Legends kappingina í longri tíð. Byrja verður 21 November. Kappast verður um góðar 12.000,- í vinningum, ið verða deildar út millum topp 3 liðini. Vinnandi liðið fær, millum annað, eina peningaupphædd frá eSport Føroyar.
Kappingin er stuðla av Monster, Pizza67 og eSport Føroyar. Kappingin er í lið við, at arbeitt verður við at stovna eina Føroyska League of Legends kappingardeild, og tískil hýsa vit nakrir kappingar fyriundan, fyri at stuðla League of Legends felagsskapinum í Føroyum.
Seinastafreist at melda seg til er í kvøld, har skrivast skal til okkum á facebook hesi dáta: Liðnavn, Liðleikarir og Nøvnini á leikarunum. Vinaliga eisini viðmerki roles tit spæla á.
Sí link: https://www.facebook.com/esportforoyar/
Nærri lýsing av tilmelding: https://esport.fo/league-of-legends-kapping-s1
Vinningarnar eru deildir út soleiðis:
Vinnarnir fáa
3000,- í virði frá Monster,
2580,- í gávubrøvum frá Pizza67 og
3000,- í peningaupphædd frá eSport Føroyar
Nummar 2 fáa
1500,- í virði frá Monster og
1290,- í gávubrøv frá Pizza67.
Nummar 3 fáa
500,- í virði frá Monster og
645,- í gávubrøv frá Pizza67
Hesi liðini eru í løtuni skrásett í kappingini:
MergBerg
Spinning Gravity Rat (SGR)
LegionZap
Faxe Kondi Boosted
Xaroe
Teir Grønu Grísarnir
No Smite Gaming
Peep E. Poopoo
Pannukøkurnar
Blue Ice