Fyrsta umfar í Elektron Deildini spælt

So er fyrsta umfar í Elektron Deildini spælt, og úrslitini eru hesi:

HeimaliðÚrslitÚti liðServerHeimaliðÚti liðHeimaliðÚti liðHeimaliðÚti lið
Team Suh Dude21No NamersServer 11416168167
Meet Your Destiny20HarkaliðiðServer 21917169
Area5121Peritus AbsurdusServer 319151316169
Cabardi Party12SpaceCowboyServer 422205161719

(Øll úrslit síggjast á www.eSport.fo/csgo )

Dystarfrásøgn frá Meet Your Destiny(MYD) ímóti Harkaliðnum. Dysturin var livestroymdur og sæst her: https://www.twitch.tv/videos/557757371

MYD valdu at fjerna de_overpass, og síðani svaraði Harkaliðið aftur við at fjerna de_dust2. Síðani fekk MYD høvið at velja fyrsta map, har teir síðani valdu Inferno sum teirra main pick. Harkaliðið svaraði aftur við at velja de_train sum teirra bana, og eftir hetta var de_nuke eftir sum triði bani.

MAP 1: de_inferno (MYD hava valt banan)

MYD leggur sterkt út við vinna tvær tær fyrstu rundurnar, har arizon hjá MYD enntá fær eitt knív-kill, ið síðani gav liði ein stóran fyrimun. Tó bleiv hetta ikki nýtt til fulnar, tí Harkaliðið tók síðani gott fatur á dystinum við vinna næstan allar rundurnar hereftir fram til 9-6 í fyrsta hálvleiki. Bæði liðini spæla væl, men Harkaliðið sær út til at reagera skjótari við skotunum hjá sær, og tað er serliga her, vit kunnu viðmerkja, at Tórur Guðjónsson, kallaður kanebazo, førir liði fram.

Í seinna hálvleiki fær MYD ein góðan byrjan, men síðani missa teir aftur tamarhaldið á dystinum, og støðan blívur 13-7 til Harkaliðið. Í rundu 20 byrjar MYD at vinna sínar rundur aftur, og skjótt eru liðini jøvn aftur, har MYD ger nógvar áhugaverdar taktikkir fyri at vinna seg fram til støðuna 14-14. Nógv áhugaverd brot síggjast í endanum av dystinum. 

Runda 29, tá støðan blívur 15-14 til Harkaliðið, velur Harkaliðið at splitta seg upp á banan fyri at finna veg inn til bumbustaðið. Tíverri fyri Harkaliðið stendur arizon sterkur á B-bumbustaðnum, og samstundis heldur RdN A-bumbustaðið sterkt, og tískil gerst støðan 15-15. Sera gott comeback frá MYD ímóti Harkaliðnum. Við støðuni 15-15 fara liðini í yvirtíð.

Í yvirtíð er tað soleiðis, at liðini spæla Bo6, tað vil siga, at teir spæla 3 rundur á CT og 3 rundur á T-síðuni. Bæði liðini fáa 10.000$ at arbeiða við. MYD byrja á CT í yvirtíð og halda síðurnar væl. MYD spæla sera gott saman í yvirtíðini, og støðan gerst nú 18-15 til MYD. Eftir eitt gott comeback frá MYD megna teir at sigra við støðuni 19-17 á Harkaliðnum.

MAP 2: de_train (Harkaliðið hevur valt banan)

MYD fær eina góðan byrjan á de_train við skjótt at føra 3-0 á Harkaliðnum. Men eftir hetta fellur spælið hjá MYD, og Harkaliðið eru skjótir at føra dystin við 7-3 í rundum. Tó so er dysturin fram til hálvleiks sera javnur, har liðini mest sum fáa líka nógv burturúr hvørjari rundu, og endar fyrsti hálvleikur við 8-7 til Harkalíðið. 

Í seinnu hálvu eigur MYD dystin, og tað er skjótt greitt, at teir duga banan inn og út, har teir spæla skjótt og greitt við góðum taktikki. Harkaliðið megnar ikki at vinna fleiri rundur, og støðan blívur 16-9 til MYD, sum harvið er fyrsti vinnarin í Elektron Deildini.

Cart
  • No products in the cart.