Effo Deildin – Umfar 15

Nú er næst síðsta vikan av Effo Deildini komin. Tað er sanniliga endaspurturin, vit eru komin til! Tað hevur ongantíð verið ein kapping, har ið støðan hevur verið so jøvn. Í løtuni stríðast ótrúliga nógv lið um at berja seg niðan á í minsta lagi eitt 6. pláss, so sloppið verður í kvartfinalurnar. Tí er tað øgiligt trýst á teimum liðunum, sum enn liggja hampiliga ótrygt í miðjuni á stigatalvuni. Á skránni í dag til 4. síðsta umfarið eru tað hesir dystirnir:

Fyrst í dag er tað so MGB CTM. Hesin dysturin er sera týdningarmikil hjá MergBerg, tí teir liggja í løtuni á einum 7-8. plássi saman við Megini. Tí er tað sera týdningarmikið, at teir tryggja sær allar sigrarnar, teir kunnu, nú tað bert eru 4 umfør eftir. Tað verður veruliga ein torførur dystur hjá teimum, men um MergBerg nakrantíð skuldi spælt sítt besta, so er tað nú.

Klokkan 20:30 verður tað HVD KYS. Høvdin hevur havt tað sera strævið seinastu umførini. Teir hava einans vunnið ein dyst ímóti Roykipausuni seinnu hálvuna av Effo Deildini og eru tí endaðir heilt niðri á 9. plássi. Men sum enn eitt dømi uppá, hvussu ótrúliga jøvn kappingin er, so eru teir bert ein sigur aftanfyri 7-8. plássunum. Tí er tað væl møguligt hjá teimum at koma niðan á tað týdningarmikla 6. plássi. Keep Yourself Safe er tó eitt sera sterkt lið, og tí er hetta eitt spæl, sum veruliga fer at avgera, um Høvdin eru nóg dugnaligir at koma í kvartfinalurnar.

At enda verður tað GÓÁBRC. Ein sera javnur og spennandi dystur. Góðaráð eru í løtuni javnir við Keep Yourself Safe á 4-5. plássi og bert ein sigur frammanfyri Breckmenn, sum liggja á 6. plássi. Hesin dysturin er ótrúliga týdningarmikil fyri Breckmenn, ið stríðast fyri at halda sær á einum 6. plássi. Hetta er eisini ein sera týdningarmikil dystur fyri botnliðini í kappingini, tí um Breckmenn tapa her, so verður tað munandi lættari hjá hinum liðunum at yvirhála Breckmenn og taka 6. plássi frá teimum.

Vit hava sæð liðini gerast villari og sterkari, nú tey veruliga spæla betri enn nakrantíð áður. Hetta eru dystirnir, ið fara at avgera, hvør sleppur víðari til kvartfinalurnar, og tí eru hesi síðstu umførini teir týdningarmiklastu dystirnir í allari kappingini. Nú er tað at gleða seg, tí vit kunnu óivað vænta nógv vilt frá hesum liðunum. Vit hoyrast kl 19.30 á twitch.tv/esportfo.

Cart
  • No products in the cart.