ALT UM ELEKTRON DEILDINA

Enn einaferð er tíðin komin, har vit savnast um Counter-Strike: Global Offensive. Endiliga kunnu vit avdúka tíðspunkt, tíðindi, undankapping, og mangt annað til Elektron Deildina!

Til eLan #1 sóðu vit finalurnar í sambandi við okkara seinastu CS:GO kapping. Tað vóru Versace on the floor, Team Suh dude, Team Ballast og Team Plebbar ið skuldu dystast um fyrsta plássið. Úrslitini vóru, at Versace on the floor tóku fyrsta pláss, Team Suh dude tóku seinna plássið, Team Ballast endaðu á triðja plássi, og Team Plebbar megnaðu eitt fjóðra pláss.
Spurningurin er so, hvørji lið koma í topp 4 í Elektron Deildini #4, og fáa eitt pettið í part av teimum 50.000 kr. sum vit burturluta í vinningum á hesum sinni.
Leggið til merkis, at finaludystirnir í sambandi við Elektron Deildina verða spældir á LAN, tó at teir ikki verða hildnir saman við eLan #2 tiltakinum, eins og teir vóru seinast. Finalurnar til Elektron Deildina og eLan #2 eru tískil tvey ymisk tiltøk.

UNDANKAPPING TIL ELEKTRON DEILDINA:

Undankappingin til Elektron deildina verður frá 15. til 17. Mars. Hetta er til fyri at staðfesta hvørji nýggj lið sleppa við í Elektron Deildina.
Dystirnir í Elektrondeildini byrja Fríggjadagin tann 23. Mars.
Deild B byrjar tó Mánadagin tann 26. Mars.

UNDANKAPPINGIN!

Frá tí 15. Til 17. Mars verður ein undankapping í sambandi við Elektron deildina í Counter-Strike: Global Offensive. Sjálvandi eru øll lið eru vælkomin, og seinasta freist at melda lið til Elektron deildina er 8. Mars. Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá øllum við áhuga fyri CS:GO og eSporti, at fáa møguleika fyri at spæla í Elektron deildini við 50.000,00 kr. í vinningum! Undankappinging verður spæld eftir einari vanligari bracket skipan.
Leggið til merkis: Elektron Deildin verður fylt upp til tey 8 liðini. Hetta merkir, at tað er ikki ásett júst hvussu nógv lið úr undankappingini koma víðari til Elektron deildina.

Tey liðini sum longu eru víðari í Elektron deildini kunnu sjálvsagt ikki luttaka í undankappingini. Umráðandi er at viðmerkja, at tað eru topp fýra liðini frá sesongini frammanundan, sum eru beinleiðis víðari. Hetta við tí fortreyt, at tríggjir av fimm spælarum enn eru á liðnum. Fyri nýggj lið er hettar ein upplagdur møguleiki, bæði fyri royndar eins og nýggjar leikarar, at verða við í Føroya bestu CS:GO kappingardeild.

Tilmeldingar leinkja
Tilmelding til Elektron Deildina

VINNINGAR

Topp fýra liðini í Elektron deildini fáa vinningar, og teir verða stórir.
Vinningarnir í Elektron deildini eru hesir:
1. 10.000 kr. Kontant + upp til virði á 15.000 kr. frá POWER + 5x eSport.fo troyggjur + Steyp
2. Virði á 5.000 kr. frá Hey + virði á 5.000 kr. frá Føroya Bjór.
3-4. Virði á 2.500 kr. frá Hey + virði á 2.500 kr. frá Føroya Bjór.

Í Deild B verður tað í høvuðsheitum spælt fyri at koma upp í Elektron Deildina, við møguligum eyka vinningi til vinnararnar. Vinnarinir í Deild B sleppa ókeypis við í Elektron Deildina næstuferð.

KOSTNAÐUR

Undankappingin er ókeypis fyri øll!
Deild A kostar 200 kr. per persón, útskiftarir gjalda 100 kr. per persón. Maks 3 útskiftarir.
Deild B gjalda 100 kr. per persón, útskiftarir gjalda 50 kr. per persón. Maks 3 útskiftarir.

Seinasta freist at melda seg til Elektron deildina, eins og undankappingina, er 12. Mars, og seinasta freist at gjalda er 20. Mars. Tó at spælarir ið ikki hava goldið stundisliga verða ikki tiknir av liðnum beinanvegin, so ber tað ikki til hjá viðkomandi at sleppa á servararnar hjá okkum, uttan at viðkomandi hevur goldið.

Konto:
6460 – 0005598348 | Gavur ~ eSport.fo
Viðmerkið TÍTT navn, t.d. ”Hans Jacobsen” og endiliga sigi frá á facebook. So fáa vit eisini dupult kannað tað, um neyðugt.
Um tit gjalda fyri alt liðið, so viðmerkið liðnavnið.

Cart
  • No products in the cart.