Alt Um Risastóru CS:GO Dagføringina!

Tann 13. mars 2019 kom enn ein dagføring til CS:GO. Talan er ikki um eina lítla dagføring, men um eina dagføring sum kemur at hava ómetaliga stóra ávirkan á CS:GO. Spælið er nærum snarað á heysin eftir nýggjastu dagføringina og kemur væntandi at hava stórar avleiðingar. Sí fullar patchnotes niðast í greinini. Vit hava valt at nevnt nøkur ávís punktir úr dagføringini fyrst av øllum.

Loss bonus’ er ikki longur, sum tað var áður. Nú fær man ikki altíð $1400 tá man tapur sína fyrstu rundu eftir at hava vunnið rundina áðrenn. Í staðinfyri fær man loss bonus alt eftir hvussu nógvar rundir man hevur vunnið, og hvussu nógvar rundir man hevur tapt. Hetta skal skiljast á tann hátt, at hvørjaferð eitt lið tapur eina rundu, hækkar peningurin sum liðið fær, skuldi tað tapt eina rundu avtrat. Vinnur liðið eina rundu lækkar peningurin við einum stigi, í staðinfyri at nulstillast til $1400 aftur. Avleiðingin av hesum er tann, at lið ikki longur koma út fyri ‘hard resets’, sum er tað lið tapa fimm rundur á rað, og síðani vinna eina rundu, fyri at síðani tapa aftur og nulstilla loss bonus til $1400 aftur. Tað er í stuttum ein teljari á, sum telur, hvussu nógvar rundir liðið hevur tapt, og teljarin telur niður hvørjaferð eitt lið vinnur eina rundu, og loss bonus verður givið eftir teljarinum.
Teljarin verður nulstillaður í hálvleikinum, har bæði liðini byrja við teljaranum á 1.

Supports unite! Teir sum elska at kasta flashbangs, fáa nú endiliga eisini virðismeting sum teir skulu eiga. Um ein drepur ein mótstøðumann í meðan hann er flashed, fær tann sum kastaði flashbang eitt assist, uttan so at onkur annar hevur gjørt meira enn 40 damage til hann frammanundan. Í tí førum at onkur annar hevur gjørt meira enn 40 damage til flashaða mótstøðumannin, verður assist givið sum áður.

AUG meta hevur verið sera nógv frammi í seinastuni í altjóða CS:GO kappingum, og summi ivaðust í hví føroyingar í fleiri førum vóru so seinir at skifta frá sínari M4. Tja, kanska føroyingarnir føldu tað, at AUG byrsan fór at fáa eitt nerf aftur. Hendan dagføringin hevur við sær, at AUG prísurin er hækkaður til $3300 frá $3150. Spennandi verður at vita um spælarar halda at AUG er verd teir eyka dollararnar, nú tá teir hava fingið ein kjans at royna hana.

M4A1-S hevur fingð eitt buff, sum fleiri óivað verða serstakliga glað fyri. Í langa tíð hava vit sæð at M4A4 hevur verið brúkt av allar flestu leikarunum, ið týður á, at tað hevur verið okkurt við M4A1-S sum spælarar ikki eru so glaðir um. M4A1-S hevur tískil nú fingið eitt størri magasin, ið merkir at byrsan klárar at hava 25 skot í magasininum á gangin, og við 3 eyka magasinum hevur byrsan tilsamans 100 skot. Tað er bert 20 skot færri enn M4A4. Væntandi fara vit at síggja nógvar M4A1-S framyvir.

Hatta vóru tær heilt týðandi broytingarnar sum vit valdu at leggja dent á.
Niðanfyri sæst tann fulli listin av broytingum sum fylgja við dagføringini 13. mars 2019.

[GAMEPLAY]
Adjusted round loss bonuses with the goal of reducing a negative feedback loop following streaks of losses.
– Round loss bonuses are now based on the count of a team’s round losses. The count increases by one after every loss, and decreases by one after every win (minimum 0).
— With 0 Losses: $1400
— With 1 Loss: $1900
— With 2 Losses: $2400
— With 3 Losses: $2900
— With 4+ Losses: $3400
– Previously, a win would reset the round loss bonus. Now, a win reduces the loss counter by one.
– Teams still begin the half with a loss count of 1.
– This is enabled by default and can be controlled using the mp_consecutive_loss_aversion server setting.
– The round loss bonus is still limited to mp_consecutive_loss_max multiplied by cash_team_winner_bonus_consecutive_rounds.

– Added flashbang assists for players who successfully flash an enemy which then gets killed by another player. Players who threw the flashbang will get an assist callout in the death notice. However if another player inflicted >40 damage to the victim for the assist, the flashbang assist player will not get the callout.

– AUG
— Now that players have had an opportunity to learn to love the AUG, returning the weapon to its original price of $3300.
– M4A1-S
— The M4A1-S now holds 25 bullets in the magazine, and has 75 in reserve.
– Shotguns
— Price reduction for some shotguns: Nova ($1050), Sawed-Off ($1100), Mag7 ($1300).
— Nova penetration increased to 1.
— Sawed-Off range increased to 1400.
— Single shell shotguns in the middle of their reload sequence will no longer automatically continue to reload after a player holsters and deploys them.
– Fixed a bug that prevented C4 or enemies seen through open doors from showing up on the radar.
– Fixed a rare bug where a C4 bomb reset trigger could reset the bomb to a position that was not on the ground.

[PRISMA CASE]
– Introducing the Prisma Case, featuring 17 community-designed weapon finishes, and the Horizon Knives in Chroma finishes as rare special items.

[ MISC ]
– New Loadout Shuffle feature is available in the inventory. Choose to shuffle any number of your weapons or music kits and a random one will be equipped each map.
– Several fixes for the ‘Clean Names’ communication setting.
– Renamed workshop workbench setting to ‘Side View’.
– Removed visual artifacts on a few image assets.

[ MAPS ]

Canals:
– reduced number of routes around bombsite B
– moved bombsite B inside the palace
– added a door from center stairs to courtyard platform
– made it possible to jump up to B bridge from scaffold
– new radar map style

Vertigo:
– Thank you to all the diligent players that continued testing Bombsite B
– Blocked runboost from T spawn to Bombsite B (will still be possible in B site configuration)
– Obstructed boost from top of floodlight in back of A
– Changed layout of back of A site, made entrance onto site a regular doorway, added half-wall in front of scaffolding
– Added usable door in mid towards bombsite B
– Simplified collision model of support jack
– Fixed unintended boost on scaffolding on A ramp
– Made boostable concrete mold by A site slightly larger
– Improved clipping inside elevator shaft

Community maps:
– Updated radar for Abbey and Biome

Kelda: CS:GO Blog

Cart
  • No products in the cart.