ÁRSINS FYRSTA LOL KAPPINGIN SETT ÍGONGD!

Tað er í kvøld at 80 føroyingar fara at kappast um risa stóra vinningin á 5x Razer Nagar músir frá Elding. Kappingin verður spæld umvegis netið, har møguleikið er fyri at fylgja við okkara brackets á heimasíðu okkara.

Vit á Esport.fo eru spentir uppá hvussu kvøldið ferð at spæla seg, har vit vóna at áhugin er stórur fyri at fylgja við okkara brackets, samstundis at fólk fara at kjakast um úrslitini. Ímorgin fara stroymingarnar at byrja, har frásøgufólk fara at gera kjak burturúr umvegis Twitch stream okkara, ið eisini verður at síggja á heimasíðu okkara.

Vit vænta at upp ímótir 12 lið fara at detta burturúr í kvøld, har síðani 4 lið verða eftir til í morgin.

Vit viðmæla øllum um at koma á okkara teamspeak servara, ts.esport.fo – har vit eisini eru klárir at geva tykkum koduna til at joina kappingina, og um spurningar skuldi verið.

Bara eitt eftur at siga, GLHF spælarir!

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here