Astralis vinna kapping á 4.7 mió. Kr: Hálvur føroyingur fær sín part

Tað var í gjárkvøldið, at Astralis gjørdust vinnarar av ESL Pro League Season 7 kappingini. Kappingin hevur heilar 750.000 dollarar í vinningum, sum svarar til áleið 4.7 mió. krónur. Av hesum fara 250.000 dollarar til teir, ið taka sær fyrsta plássið, sum svarar til góðar 1.6 mió. krónur. Við Astralis spælur Lukas ‘gla1ve’ Rossander, sum hevur føroysk tilknýti, tá mamma hansara sigst at verða Føroysk.

Bólkaspælið

Astralis vóru koyrdir í bólkaspæl B, har teir kláraðu seg ómetaliga væl í móti mótstøðumonnunum. Fyrsta runda var uppgjørd av “best av einum” dystum, har Astralis knústu OpTic Gaming 16-3 á Nuke, eitt kort har Astralis eru sera sterkir.

Síðani gekk leiðin víðari til rundu 2, har dystarbygnaðurin nú var broyttur til best av trý, ið merkir at liðini hvør sær velja sær eitt kort, og síðani er eitt triðja kort at spæla, fyri at avgerða dystin í so fall, at tað verður javnað til 1-1 eftir seinna kortið.
Í rundu 2 spældu Astralis í móti SK Gaming, ið áður hava verið heimsins besta lið, og eru eitt av heimsins mest útintu liðum, og hava vunnið heimsins stórstu og mest týdningarmiklu kappingar. Tó at SK Gaming valdu Inferno, so tóku Astralis hetta kortið til sín við einum 16-11 sigri, og vunnu eisini teirra kort, Overpass, 16-10 í móti navnframu limunum úr SK Gaming. Ein 2-0 sigur til Astralis á SK Gaming.
Í rundu 3 spældu Astralis í móti Team Liquid, ið mong nevna sum besta lið úr Norður Amerika. Astralis valdu enn einaferð Nuke í móti sínum mótstøðumonnum, í meðan Team Liquid valdu at spæla í móti Astralis á Inferno, eins og SK Gaming gjørdu. Tó enn einaferð, var tað ein 2-0 sigur til Astralis. Støðan endaði 16-10 á Nuke kortinum, og 16-7 á Inferno kortinum.

Soleiðis sá tað út hjá Astralis í bólkaspælinum, og teir spæla seg beint víðari til semi-finalurnar í endadystunum, í meðan Team Liquid mátti niður í fjóðringsfinalurnar at kempa seg inn aftur, skulu teir hava nakran kjans eftir heiðrinum.

Endadystirnir

Í semi-finalunum spæla Astralis í móti FaZe Clan, ið er lið við heimsins bestu spælarum, og slær ótta í allar sínar mótstøðumenn. Hóast hetta var tað ein sera tryggur 2-0 sigur til Astralis. Astralis vinnur 16-3 á kortinum hjá FaZe Clan, Mirage, og vinna eisini 16-6 á sínum korti, Inferno. Ein ómetaliga tryggur 2-0 sigur á FaZe Clan, ið allarhelst eru sterkasta liðið sum Astralis møttu í hesi kapping, og eru greitt eitt av heimsins sterkastu liðum.

Í meðan Astralis hava siglt í gjøgnum sínar mótstøðumenn, so hava Team Liquid gjørt av, at koma aftur eftir Astralis. Team Liquid megnaðu at koma fyri seg aftur, og stríða seg aftur til eitt pláss í finaluni í móti Astralis.
Dystarbygnaðurin í finaluni er best av fimm, ið merkir at hvørt lið bannar eitt av teimum sjey kortunum, og síðani skiftast liðini um at velja kort, fyri at avgerða raðfylgjuna sum kortini verða spæld eftir.
Team Liquid megna seg ikki hava ein kjans á Overpass, og banna tískil hetta kortið. Astralis velja at banna Train í móti Team Liquid. Team Liquid velja Dust2, ið herfyri kom afturíaftur eftir at hava verið tikin úr active duty map pool í eitt tíðarskeið. Astralis velja Nuke, Liquid velur Mirage, Astralis velur Inferno og síðani er Cache síðsta kortið í raðfylgjuni.
Astralis leggur út við at vinna Dust2 í mótir Team Liquid, har Astralis vístu eina serstakliga sterka CT síðu, tá støðan í hálvleikinum var 14-1 til Astralis. Síðani megnaðu Astralis at vinna Dust2 kortið hjá Team Liquid við einari støðu áljóðandi 16-1. Á seinna kortinum var støðan ein onnur, og dysturin bleiv sera tættur. Astralis megnaðu tó at vinna Nuke kortið hjá sær við einum 16-14 sigri á Team Liquid. Á Mirage fingu vit enn ein sera tættan dyst, og Team Liquid vunnu sítt kort 16-14. Fjóðra kortið, Inferno, byrjaði væl fyri Team Liquid, tá støðan í hálvleikinum var 10-5 til Team Liquid. Tó megnaðu Astralis at koma sterkt aftur, og vinna Inferno 16-12. Tískil endaði finalan 3-1 til Astralis, og Astralis eru nú mettir at verða heimsins sterkasta Counter-Strike: Global Offensive lið.

Cart
  • No products in the cart.