Fifa 21 August Agge Rosenmeier

August “Agge” Rosenmeier – danskarin sum kollvelti FIFA heimin

Hjá August ”Agge” Rosenmeier byrjaða alt tá hann, sum 7 ára gamal, sníkti seg inn í kamari hjá stórabeiggjanum at spæla Fifa, tá beiggin ikki var heima. Skjótt gekk tað hjá lítla August, sum aftaná bert eitt ár longu var so miki góðúr at hann vann beiggjan so lættliga, at man skuldi trúð at teir spældu við tennis støðu – tá visti stóribeiggin at hann mátti melda yngra beiggja sín til kappingar.

Tað skuldi ganga nøkur ár áðrenn “Agge” av álvara fór at gera um seg á tí stóra FIFA pallinum. Til tær flestu kappingarnir í Danmark skuldi man hava ein ávísan aldur fyri at luttaka. Hetta hevði við sær at “Agge” natúrligani ikki var at síggja til tær stóra dansku kappingarnar.
Sum 15 ára gamal vann “Agge” sítt fyrsta DM i FIFA. Aftaná hetta gekk ómetaliga skjótt. August Rosenmeier vann bæði DM og tað skandinaviska meistaraheitið heili tríggjar ferðir á rað; 2013, 2014 og 2015. August Rosenmeier var í so góðum formi í hesum tíðarskeiðinum, at hann natúrligani meldaði seg til FIFA Interactive World Cup 2014 (FIWC) í Rio de Janeiro, Brasil. FIWC er tað officialla heimsmeistaraheitið í FIFA. Síðani “Agge” fyri fyrstu ferð sá heimsmeistaraheitið í FIFA, hevði hann prenta tað í høvdi, at hetta var dreymurin.

Í 2014, og sum 17 ára gamal, var August “Agge” Rosenmeier mettur at verða heimsins besti FIFA spælari. Hann hevði akkurát vunni VM í FIFA, og nærum alt sum hann meldaði seg til, vann hann. Sum ein partur av at vinna VM í FIFA bleiv August Rosenmeier bjóðaður til vælumtøkta Ballon d’Or hátíðarhaldið, har allir teir bestu fótbóltsspælarirnir í heiminum vóru við til. Millum annað slapp “Agge” at møta Lionel Messi og Christiano Ronaldo (CR7 vann Ballon d’Or hetta árið).

Aftaná FIWC í 2014 vann “Agge” Electronic Sports World Cup (ESWC) í 2015 og 2018. ESWC verður rokna sum verandi tað óofficialla heimsmeistaraheitið í FIFA. Umframt hesu framúrskarandi avrikini hevur August Rosenmeier havt Red Bull sum sponsor, og spælt á E-sport liðum sum t.d. HashTag United, PSG og danska North. Í dag spælur “Agge” á danska liðinum Astralis, sum eisini er kent fyri at hava eitt av heimsins besta CS:GO liðum.

“Agge” hevur seinastu árini havt fleiri pausur frá professionellum FIFA. Millum annað hevur hann roynt seg sum viðmerkjari í donsku eSuperliga, sum er ein endurspegling av veruliga Superliga’ini í Danmark, har teir bestu donsku spælarirnir kappast um DM í FIFA.

… Sum ikki eina ferð, so vann “Agge” eisini hesa kappingina.


Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.

Fifakappingin verður hildin í Perluni í Tórshavn tann 17. og 18. september 2021 og tilmelding fer fram á esport.fo 


Cart
  • No products in the cart.