Author Archives: Slapfo

Valorant eCup 1 – Broytingar

Bólkaspælið byrjar fríggjadagin 12. mars. Tá vera tvey tey fyrstu umførini spæld, síðani verdur spælt aftur Sunnudagin 14. mars. Um lið ikki fáa spælt til álagda tíd semjast liðini um eitt annað tíðspunkt – um semja ikki kann røkkast, so vinnur liðið, sum fær spælt til álagdu tíð. Captains hava ábyrgd at adda hvønn annan. […]

Danskt eSport lið selt fyri 110 milliónir

Kenda danska liði “Heroic”, ið leikað eSport spælið CS:GO(Counter Strike), er selt til ein norskan íløgufond. Íløgufondurin, Omaken Sports, hevur savnað sær 150 milliónir norskar krónur, sum er til endamáls at keypa og víðar byggja liði Heroic. Í tíðindaskrivinum frá Omaken Sports skriva tey, at teirra mál er at blíva ein av heimsins størstu eSport […]

Føroyameistararnir í League of Legends funnir

Tað var beint fyri nýggjár, at dystast varð um føroyameistaraheitið í spælinum League of Legends. Kappingin er í Effo Deildini, og er hetta fyrsta kappingarár í spælinum nakrantíð í Føroyum.  Effo Deildin byrjaði tann 3. november 2020 og hevði finaludag tann 28. des. 16 lið høvdu meldað seg til tilsamans, harav sluppu 8 í Effo […]

Finalan í Effo Deildini verður í kvøld

Í kvøld verða føroyameistararnir í Effo Deildini kosnir. Finalan í spælinum League of Legends verður spæld í kvøld kl. 19. Spælið League of Legends er eitt av teimum mest spældu eSport spølunum í Føroyum, og hevur verið eitt av teimum best dámdu eSport spølunum líka síðani 2009, tá spælið útkom fyri fyrstu ferð. Mett verður, […]

Breckmenn vinna Deild B

Eftir at hava kappast í góðar 2 mánaðir, er kappingarárið hjá Deild B liðugt. Í kappingarárinum spældi øll lið 2 ferðir mótvegis hvørjum øðrum, og eftir hetta verða topp 4 liðini bjóðaði víðari til semi finalur.  Stigatalvan fyri kappingarárið: Tað vóru Tjørnvík United og Breckmenn, ið bæði endaði við júst somu støðu til at blíva […]

Deild B byrjar Mánadagin

Deild B byrjar mánadagin. Nú byrjar Deild B endiliga, og spennandi verður at síggja hvussu hon ferð at útfolda seg ígjøgnum kappingarárið. Fleiri kend andlit frá tí Føroysku League of Legends leikpalluni spæla í Deild B, og væntast skal tí, at deildin verður sera spennandi at fylgja við í, og nógvir tættir dystir verða. Deild […]

Effo Deildin Byrjar

Í dag er dagurin, har vit skriva søgu í League of Legends. Dagurin í dag, 3. november er tann dagurin, har fyrsta veruliga sesong í League of Legends verður. Liðini hava fingið boð um nær teir spæla, og lagt er upp til fleiri spennandi dystir. Esport.fo fer at stroyma so nógvir dystir sum møguligt á […]