Avleiðingar í eSporti 2020

eSporturin í Føroyum fer eisini at merkja avleiðingarnar av COVID-19

Toymið handan eSport.fo hevur nú endaliga tikið avgerð um at avlýsa allar ætlanir at skipa fyri nøkrum stórum gaming-tiltaki fyribils. Tað merkir, at einki eLan verður í fyrstu hálvu 2020.

Tískil kann væntast, at færri LAN/Gaming tiltøk vera í ár. Vanliga eru tiltøkini í apríl og oktober. 

Toymið handan eSport.fo hevur síðani januarmánað hildið vakið eygað við støðuni um corona-virus, og tí valdu fyrireikararnir tíðliga í ár ikki at seta eina dagfesting á størsta gaming-tiltakið, sum er eLan. 

– Støðan viðvíkjandi corona er versnað, og tí hevur løgmaður heitt á øll tiltøk við yvir 100 luttakarum, um at avlýsa ella útseta tey. Vit hava valt at fylgja tilmælinum, sigur Rúni Winther Johnsen, samskipari fyri eSport.fo.

Arbeitt verður enn við at hava eLan-tiltakið í seinnu hálvu í 2020. 

– Okkara gaming-tiltak, eLan, hevur 200 gjaldandi luttakarar og 500 gestir yvir eitt vikuskifti, vanliga hýst í Tórshavnar Kommunu. 

Í sambandi við finaluna í Elektron-deildini, sum eftir ætlan verður 2. mai, hava vit fund um støðuna hvørja viku, og koma við nyggjari kunning nærri at finaluni.

Cart
  • No products in the cart.