B Deildin at byrja í næstum!

Nú er Effo Deildin komin væl og virðiliga í gongd, so tí hugsaðu vit, at tíðin er komin at seta hált á B Deildina. 

B Deildin gevur tær møguleika at kappast sum lið, sjálvt um mann ikki megnaði at koma í Effo Deildina. Royndirnar, mann fær frá at kappast í einum sovorðnum umhvørvi, kunnu gera nógv fyri at útvikla teg sum spælara í League of Legends. So umframt at vera ótrúliga stuttligt, so er tað eisini sera mennandi. Tað er stórur møguleiki, at mann ígjøgnum B Deildina fær skapt eitt sera sterkt lið, sum verður ein sannur risi í komandi sesong.

Harafturat, um mann sum lið tryggjar sær antin eitt 1. ella 2. pláss í B Deildini í ár, so vinnur mann sambært reglugerðini pláss til Effo Deildina næstu sesong. Fyrsta pláss í B Deildini vinnur 5 kartong av Kirvi.

Eftir ætlan fer B Deildin at byrja síðst í viku 10.

Tað ber væl til at melda seg til B Deildina, sjálvt um mann var ov seinur at melda seg til Effo Deildina. So um mann sum spælari umhugsar at luttaka, so er tað at skriva til okkum og út á Lolaran, so finnur mann óivað eitt lið!

Cart
  • No products in the cart.