Breckmenn vinna Deild B

Eftir at hava kappast í góðar 2 mánaðir, er kappingarárið hjá Deild B liðugt. Í kappingarárinum spældi øll lið 2 ferðir mótvegis hvørjum øðrum, og eftir hetta verða topp 4 liðini bjóðaði víðari til semi finalur. 

Stigatalvan fyri kappingarárið:

Tað vóru Tjørnvík United og Breckmenn, ið bæði endaði við júst somu støðu til at blíva nummar 1. Síðani vóru Crime City á triðja plássið og The GoodieStore á fjórða.

Til semi finalurnar leikti Tjørnuvík United ímótir Crime City, og har Crime City yvirraskaðu og tókuð Tjørvnuvík United á bólið, har teir vunnu 2-0, og fór avstað við sigrinum. Ígjøgnum kappingina hava Crime City víst umaftur og umaftur, at teir megna at beista teir stóru liðini, sjálvt um Crime City ikki hava vunnuð allar sínar dystir.

Til aðru semi finaluni leikti Breckmenn ímótir The GoodieStore, og dystirnir vóru skjótir avgjørdir, við einum 2-0 til Breckmenn. 

Finalan

Plássið at vinna Deild B stóð ímillum Breckmenn og Crime City. Ekspertarnir spáðaðu, at bæði liðini høvdu møguleikan at finna deildina, tí bæði liðini hava yvirraskað nógv ígjøgnum kappingarárið. Dysturin bleiv leiktur 16 desember klokkan 20:00, og dysturin sæst í leinkjinum niðanfyri.

Breckmenn fóru við sigrinum, og vunnu 2-0 á Crime City. Tískil ynskja vit Breckmenn stórt tillukku við at vinna Deild B í fyrsta sesong nakrantíð hjá Effo Deildini, og tillukku við øðrum plássið til Crime City.

Vit hava tosað við liði “Breckmenn”, ið vunnu deildina.

Hvussu hevur kappingarárið hjá tykkum verið?

Kappingarárið hevur sjálvandi gingið gott tí vit endaðu við at vinna deildina. Har vóru avlíkavæl nøkur spøl sum vóru torfør, m.a tók Tjørnuvík United báðar dystirnar ímóti okkum, men sum heild eru vit nøgdir við mátan vit spældu uppá og tað framstigi liði sá.

Hvussu hava mótstøði liðini verið í deildini?

Eg kann ikki svara fyri alt liðið, men sjálvur var eg super yvirraskaður av liðunum, sjálvandi kláraðu top 4 liðini seg ofta betri, men har vóru enn dystir har ið eitt gott draft saman við góðum samanspælið gav okkum trupulleikar har ið vit vóru noyddir at koma við kreativum loysnum. Eg vil siga at øll liðini kundu gott kappast um top 4, men fleiri av teimum høvdu onkran veikleika (sum væl kundi loysast), sum t.d. Gott samanspæl men sjálvir champions teir valdu riggaðu ikki so væl saman, ella tá ið teir hava lanes ið eru counterpicked men berjast álíkavæl og ikki spæla tað trygt. Haldi fólk undirvurdera lið sum kanska hava lægri ranked spælarar, men hava tað betra samanspæli og álit á hvørjum øðrum, sum er nógv meira týdningarmikið í 5v5 spølum, men tað er ikki nakað sum er lætt at trena! -Magni

Hvussu var finalan, vóru Crime City tórførir, ella væntaðu tit annað úrslit enn 2-0?

Vit høvdu spælt vs Crime City fyrr og høvdu góðar royndir ímóti teimum. Dystirnir vit spældu fyrr vóru tættir, men vit ivaðust aldrin um at so leingi vit kundu halda tað koyrandi vinna vit til endans, og tað varð eisini okkara hugburður í finaluni. Tað varð eitt sindur meira stressandi at finalan bert var 3 dystir tí so høvdu vit minni møguleikar at koma aftur um okkurt gekk galið, men vit fingu akkurat tað vit vildu hava í draft og hóast um vit duttu aftanfyri í dystunum sjálvum so varð tað ikki minni enn væntað tá ið vit koyra eftir lategame uppá handan mátan. Eg vil siga at tað hevði verið ein heilt onnur finala við 5 dystum og eitt fult mannað lið frá Crime City, og eg gleði meg at síggja teir prógva tað í Effo deildini! -Magni

Hvat forvænta tit av tykkara liði til næstu kappingarár, í Effo Deildini?

Vit eru sjálvandi sera spentir at spæla í Effo deildini ímóti teimum bestu liðunum í landinum. Við teimum hópunum sum eru í bestu deildini nú duga vit væl at síggja okkum vera í øllum førum top 4 í deildini og vit koma sjálvandi at gera alt sum vit klára fyri at kappast um fyrsta plássið og tað vænta vit eisini er væl møguligt við eitt sindur av venjing.

Kann tað væntast, at tit standa stinnir og koma aftur við sama lið næsta ár?

Sum nú er hevur eingin samrøða verið um at skift nakran leikara út, so væntandi verður tað sami høvðus hópurin sum kemur at mannað Breckmenn í til næsta kappingarár.

Hvør leikari hjá tykkum burdi fingið heiðurin MVP ígjøgnum kappingarárið?

Allir leikararnir høvdu sínar løtir har teir skíndu ígjøgnum og allir spældu eisini ein stóran part í at liði vann deildina, men vit halda at Tór av Skarði (Assist) var tann sum fekk okkum ígjøgnum tey vigtigu og tungu spølini, so hann hevur væl fortjent ein MVP heiður fyri hetta kappingarárið