Byrjan av Deild B er 20. Februar!

Sum fleiri vita, so hevur eSport.fo eisini eina Deild B, avtrat tí sera vælumtóktu Elektron Deildini sum er fyrireikað í samráð við Elektron, Elding, Pizza67 og Føroyabjór! Deild B í Counter-Strike: Global Offensive byrjar Mikudagin 20. Februar, og tískil skulu liðini sum ynskja at luttaka melda seg til skjótast til ber!

Í Deild B er støðið meira avslappað, har ein og hvør kann stuttleika sær í móti øðrum føroyskum liðum. Tó so, er Deild B ein serstakliga góður møgulleiki hjá leikarum at byrja, um ein ætlar sær at spæla við í Elektron deildini í framtíðini.
Tað eru nógvir leikarar sum eru byrjaðir at spæla í Deild B, og hava arbeitt seg víðari til pláss í Elektron deildini, og enntá leikarar sum hava spælt sera væl í Deild B, og hava verið bjóðaðir beinleiðs pláss á liðum í Elektron deildini!

Kostnaðurin fyri at spæla við í Deild B er 100kr. fyri hvønn einstakan leikara á liðnum, eisini útskiftarar. Útskiftarar telja við sum spælarar á main roster, og kunnu tískil nýtast til kvalifisering eftir ⅗ reglugerðini hjá okkum. Tó kann eitt lið við t.d. 6 leikarum ikki brúka ⅗ reglugerðina 2 ferðir til at gera 2 lið ið bæði tvey koma víðari.

Deild B byrjar tann 20. Februar 2019, og seinasta freist at melda seg til er Leygardagin 16 Februar, og meldast kann inn við somu leikarir tit hava meldað inn við, ella við at skriva til okkum her.

Dystirnir í Deild B verða leiktir hvønn Mánadag og Mikudag klokkan 19:00, tó at liðini kunnu liðini avtala sínamillum at skifta dato. Minst tó til, at viðmerkja tað til eSport.fo á Facebook, soleiðis at tað ikki verður plásstrot á servarunum.

Melda lið inn við at skriva til eSport.fo við hesum upplýsningum:

Liðnavn
Liðskipari Navn
Liðskipari ingame
Steam id 64

Leikarar:
Navn + Eftirnavn
Ingame navn
Steam Id 64

Tit finna Steam ID 64 við at fylgja hesu vegleiðing:


Gjalding

Goldið skal verða áðrenn 20 Februar, og á konto hjá eSport Føroyar. Vinarliga viðmerkið Navn og Eftirnavn.
Goldið verður til: eSport Føroyar | V-tal: 634026 Konto nummar: 6460 0005819476

 

Vit gleða okkum at síggja øll liðini í Deild B! 🙂

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here