Corona dagføring nummar 2

Dagføring nummar 2 av Corona støðuni, vegna semi- og finalurnar í Elektron Deildini.

Toymið hevur fundast og gjørt meting av støðuni saman við avvarðandi stuðlum og produktión, og metingin er enn tann sama sum seinasta dagføring. Metingin er enn, at ikki er ráðiligt at seta eitt dato á semi- og finalurnar.

Smittuvandin við at hýsa eina stóra produktión og finalutiltak er enn ov stórur, og tískil kann bíðitíðin verða longri enn ynskiligt. Einki tíðspunkt er enn sett á tiltøkini.

Næsta meting verður gjørdur tann 4. mai, og verður eftirfylgjandi lagdur út á eSport síðurnar.

*Tey fýra liðini, ið koma víðari, skulu vænta sær boð sum skjótast, tá eSport.fo toymið følir seg til reiðar at seta eitt dato á, nær tey skulu spæla. Liðini skulu vænta sær, at semi-finalurnar verða í minstalagi 7 dagar frá finalutiltakinum, men við einari guideline á 14 dagar, soleiðis at liðini, ið koma í finaluna fáa fleiri dagar at fyrireika seg.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here