Covid-19 og finalan í Elektron Deildini

Vegna tiltøkini fyri at basa Covid-19 hevur eSport-toymið valt at fylgja tilmælunum hjá landsins mynduleikum um ikki at hýsa tiltøkum í april og fyrst í mai.

Tilmælini frá landsins mynduleikunum eru fylgjandi, og tey eru galdandi fyri semi-finaluna og finaluna í Elektron Deildini:

 “Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk.”

“Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum og uttan áskoðarar.”

Í sambandi við kappingina skal eSport toymið sambært avtalu hýsa semifinaluna við einari produktión, og tískil gerst tað torført at gera hana áðrenn 9. mai. Sama er galdandi fyri finaluna, har bæði liðini skulu hittast, og nógvar fyrireikingar og studio skal gagnnýtast. 

Tað verður tískil boðað frá, at semi-finalurnar og finalan er útsett í óbestemta tíð. Einki dato kann setast á, nær hesi bæði verða í skrivandi løtu. Hvørja viku gera vit risiko-meting og fylgja tilmælunum. Vit dagføra støðuna hvørja viku frameftir, inntil vit við vissu kunnu hýsa størstu CS:GO finalukapping aftur. 

Tey fýra liðini, ið koma víðari, skulu vænta sær boð sum skjótast, tá eSport.fo toymið følir seg til reiðar at seta eitt dato á, nær tey skulu spæla. Liðini skulu vænta sær, at semi-finalurnar verða í minstalagi 7 dagar frá finalutiltakinum, men við einari guideline á 14 dagar, soleiðis at liðini, ið koma í finaluna fáa fleiri dagar at fyrireika seg. 

Upprunaligu tíðspunktini vóru hesi: Semi finalurnar skuldu leikast 17. og 18. apríl. Finalan skuldi eftir ætlan leikast 2. mai. Hesi tíðspunktini eru sum áður nevnt strikað vegna serliga umstøður við alheimsfarsóttini Covid-19. 

Toymið fer at arbeiða við loysnum fyri at kunna gera online-tilfar fram til tey nýggju tíðspunktini við millum annað at gagnnýta allar CS:GO servararnarr til vinardystir, venjingaservarar og annað ið kann fyrikoma/ynskir frá tykkum. Til ber at skriva til eSport.fo á Facebook um ynskir til hvørji tiltøk vit kunnu gera, inntil vit eru til reiðar at hýsa finalunum.

Vinningarnar eru góðar 70.000,- tilsamans. 

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here