CS-GO nummar 4 av spølum við stórstu vinningum

Eitt tað mest spælda spælið í heiminum, Counter-Strike, liggur nummar 4 á listanum yvir mest lønandi spølum.
Fyri nøkrum árum síðani var Counter-Strike 1.6 spælið við stórstu vinningum, í 2001 til CPL World Championship hevði teir vinningar á 150.000$ og teir hevði túsund hyggjarir.
Viðurskiftini eru broytt sera nógv seinastu tíðina, CS:GO kom út, og Valve hava fingið upp milliónir av hyggjarum í innan fyri CS og hetta blívur við at veksa støðugt. Men pengarnir fylgja seint aftaná hyggjaratalinum. 250.000$ í vinningum er stórsti prize pool intil víðari og hetta er sera merkiligt tá hyggjaratalið er blivi væl størri, um tað er tí at Valve ikki hava hjálpt nakað serligt vita vit ikki heilt enn, men tað fáa vit kanska at síggja rímiliga skjótt tí, at næsta vikuskiftið  1. Apríl til 3. Apríl verður ein Major kapping ið verður kalla MLG: Major Columbus. Har Valve hava koyrt 1.000.000$ í vinningum, hetta er fýra ferðir so nógv ið hevur verið fyrr.
Vónandi fara vit at síggja eina glíðibreyt sum vit sóðu í fyrst International, har Valve koyrdi 1.000.000 í eina Dota 2 kapping.
Fleiri vildu eisini mett at tað er uppá tíðina at Valve setur meira dent á CS og ger meira burturúr har, við at fáa brúkaran at luttaka, við at útgeva eitt Compendium til dømis.

Top 5 spølini við mest vinningum eru hesi
Dota 2 – 59,890,963$
League of Legends – 27,182,649$
Starcraft 2 – 18,522,903$
Counter-Strike: Global Offensive – 11.265.744$
Counter-Strike – 10.764.492$
prizepool

 

Cart
  • No products in the cart.