CS:GO eyka kvalifaktión!

Vit fara framyvir at hýsa eina eyka kvalifaktión til okkara Deild A í CS:GO kappingardeild. Hetta gera vit, tí vit vita frá royndum, at lið broytast eftir hvørja kapping; og tað ger sum at lið ofta ikki hava møguleikað at behalda sítt pláss í Deild A. Tískil eru vit farin undir, at loyva einum liði at koma beinleiðis inn í Deild A framyvir, ígjøgnum 2 dagars bracket kapping. Hetta síggja vit eisini verður gjørt frá okkara starvsfeløgum í Íslandi og aðrastaðnis.

Øll lið, uttan tey liðini ið hava skrásett seg í deild A(tey sum eru kvalifaseraði við 3/5 ROSTER spælarir), sleppa at luttakað. Tað merkir, at har er ein gyltur møguleikið hjá øllum, fyrrverandi sum nýggir spælarir, at verða við í Føroya bestu CS:GO kappingardeild, og spæla við um vinningar yvir 15.000*. Hetta verður stórt!

Kappingin fyrigongur seg fríggjadagin 24. februar, og semi- og finalan verður 25. Februar online. Bert vinnarin fær beinleiðis pláss til deild A, í meðan 2. plássið sleppur ókeypis at verða við í deild B við maks. 3. útskiftarum.

Øll áhugaðu liðini skulu melda seg til áðrenn 20. Februar, og skulu melda seg inn umvegis hetta oyðiblaði:
https://goo.gl/forms/qPgYhwDn8ZAHn5vs2

 

VINNINGAR

Vit kunnu avdúkað, at minsta lagið top 4 liðini í Deild A fáa vinning, og teir verða stórir. Vit hava ásett eina prize pool á 15.000,-, men møguliga gera vit meira burturúr tí!

Í deild B verður tað framvegis spælt um at koma upp á deild A, við møguligum eyka vinningi til nr 1. og 2. í deild B. Vinnarinir í Deild B sleppa ókeypis við í Deild A til sesong 3, ið vit longu kunnu avdúkað, verður UPPAFTUR størri!

 

KOSTNAÐUR

Kvalifaktiónin er ókeypis fyri øllum!

Deild A gjaldar 150,- per persón, útskiftarir gjalda 50,- per persón. Maks 3 útskiftarir.

Deild B gjaldar 50,- per persón, útskiftarir gjalda 50,- per persón. Maks 3 útskiftarir.

Seinasta freist at melda seg til kappingardeildirnar er 26. Februar, og seinasta freist at gjalda er 28. Februar.

 

Hví kostar tað?

Vit fara framyvir at samla puljur til kappingar, fyri síðani at gera peninga vinning í framtíðini. Eisini krevst tað, at eSport.fo hevur ein kapital til at kunna gjalda allar okkara rokningar. Vit fara eisini at nýta peningin til at gera størri LAN tiltøk seinni í ár.

Vit vita eisini frá royndum, at ókeypis kappingar gera lið óseriøs, sum ávírkar tey seriøsu liðini.

Konto:

6460 – 0005598348 | Gavur ~ esport.fo

Viðmerkið deild og navn, t.d. ”A-hanshansen” og endiliga sigi frá á facebook, sum vit kunnu dupult tjekkað tað.

FYRIBILSTÍÐSPUNKTIR – TÓ ERU BYRJANU TÍÐSPUNKTINI ÁSETT

Deild A

Byrjar fríggjadagin tann 3 Mars.

(10 mars, 22 mars, 24 mars, 29 mars, 31 mars, 5 apríl, 15 apríl (tíðliga um dagin, gera okkurt stórt við her), 19 apríl, 21 apríl, 24 apríl ella 25 apríl, 28 apríl)* fyribils tíðspunktir, møguliga broytingar verða gjørdar um neyðugt er. Møguliga gera 2 eyka umfør, har tað er tilvildarligt hvørji lið spæla ímótir hvørjum øðrum.

Finalu dag: 20 ella 27 Mai

 

Deild B

Byrjar Hósdagin tann 2 Mars.

(5 mars, 11 mars, 17 mars, 20 mars, 23 mars, 27 mars, 30 mars, 3 apríl, 6 apríl, 14 apríl, 23 apríl, 27 apríl, 1 Mai, 4 Mai, 8 Mai, 11 Mai)* fyribils tíðspunktir, møguliga broytingar verða gjørdar um neyðugt er.

*Ein grein verður útgivin skjótt, har tað verður avdúka júst hvat ætlanin er, og hvat tað verður.

 

 

Cart
  • No products in the cart.