CS:GO Sesong 3!

So er Counter Strike: Global Offensive aftur á breddanum hjá eSport.fo, og vit kunnu endiliga avdúka tíðspunktini, tíðindi, eyka kvalifikatiónini til Deild A og annað.

Sesong 2 í CS:GO kappingardeildunum hjá okkum slóu øll Føroysk met í eSport; heili 33.000,- var luta burtur í vinningum til topp 4 liðini í Deild A og vinnarnir í Deild B. Sesong 2 var stórt; kunnu vit gera tað størri?

Sesong 3 bjóðar uppá nógv nýtt; nógv nýggj lið verða stovnaði og meira dentur verður lagdur á livestroymingina, millum annað ger eSport.fo fleiri íløgur í hesum. Eisini fara vit í eSport.fo fyri fyrstuferð bjóða liðnum at keypa eSport troyggir umvegis okkum!

Seinast fór Meet Your Destiny avstað við fyrsta plássinum, har finalan var hildin niðri í SMS. Samanumtikið gekk tiltakið væl fyri seg, tó at onkrir spælarir høvdu teldutrupulleikar. Teir fóru avstað við umleið 24.000,-, sum millum annað var ferðaseðlar frá Atlantic Airways, bestu gaming stólarnir frá Expert og eSport troyggir. Hini liðini vunnið ymiskt frá Vodafone og SMS.

Aftur í ár verður roynt at fáa eitt stórt offline tiltak. Hettar er nakað ið vit fara framyvir fara at arbeiða ímótir, tí tað er nógv eftirspurt. Meira um hettar seinni.

Eyka kvalifikatiónin er tann 8 og 9 September.
Deild A byrjar Fríggjadagin tann 15 September.
Deild B byrjar Hósdagin tann 14 September.

EYKA KVALIFIKATIÓN!

Tann 8 og 9 September verður ein eyka kvalifikatión til Deild A. Øll lið eru vælkomin, og seinasta freist at meldað lið til tí kappingina er 5 September. Hettar er ein gyltur møguleikið hjá øllum at spæla við í Deild A, um tann stóri vinningin. Spælt verður í einum vanligum bracket skipani, tó tá avgjørt er um hvussu nógv lið eru við, avgerða vit um tað verður við Loosers bracket.

Liðini ið hava skrásett seg í deild A(tey sum eru kvalifaseraði við 3/5 ROSTER spælarir) kunnu ikki verða við í Eyka kvalifikatións kappingini. Fyri nýggj lið er hettar ein gyltur møguleikið, fyrrverandi sum nýggir spælarir, at verða við í Føroya bestu CS:GO kappingardeild.

Tilmeldingar leinkja
https://goo.gl/forms/gSoV0E1jU7izUN1z2

VINNINGAR

Topp 4 liðini í Deild A fáa vinning, og teir verða stórir. Meira um vinningar kemur seinni, við vón um mitt í kappingina, at tað verður avdúka!
Í Deild B verður tað framvegis spælt um at koma upp á deild A, við møguligum eyka vinningi til nr 1. og 2. í deild B. Vinnarinir í Deild B sleppa ókeypis við í Deild A til sesong 4.

KOSTNAÐUR

Kvalifaktiónin er ókeypis fyri øllum!
Deild A gjaldar 150,- per persón, útskiftarir gjalda 50,- per persón. Maks 3 útskiftarir.
Deild B gjaldar 50,- per persón, útskiftarir gjalda 50,- per persón. Maks 3 útskiftarir.

Seinasta freist at melda seg til kappingardeildirnar og eyka kvalifikatiónini er 5. September, og seinasta freist at gjalda er 11. September, tó viðmæla vit strangliga at fáa hettar gjørt til tann 5 September, tá spælarnir kunnu verða tiknir av longu tann 11 September um kvøldið.

Konto:

6460 – 0005598348 | Gavur ~ eSport.fo

Viðmerkið TÍTT navn, t.d. ”hans jacobsen” og endiliga sigi frá á facebook, sum vit kunnu dupult tjekkað tað.
Um tit gjalda fyri liði, so viðmerkið liðnavnið.

eSport troyggir

Øll liðini kunnu keypa tær officiellu Sesong 3 troyggjurnar frá okkum í ár, sum var sera nógv eftirspurt í fjørð. Eisini fara vit í tveimum umførum at keypa inn liðtroyggir, har øll liðini kunnu gjalda umvegis okkum til okkara týska levandør, ið í forvegin ger okkara eSport troyggir. Meira um hettar seinni, men til ber at skriva til eSport.fo á Facebook fyri nærri kunning. Tað verður keypt inn í tveimum umførum, fyrst verður keypt sirka 4 umførð inni í kappingina, og so verður keypt umaftur til finaluna, ið verður enn størri í Sesong 3!

 

FYRIBILSTÍÐSPUNKTIR – TÓ ERU BYRJANU TÍÐSPUNKTINI ÁSETT

Um onkur lið ikki kunnu spæla hesi tíðspunktini, ber til í onkrum førum at flyta tað umvegis okkum. Tá kappingin er byrja, ferð tað bera til í onkrum førum at flyta dystirnir innanhýsis, tó skulu tvey tey fyrstu umførini spæla sum vant.

 

Deild A
Byrjar Fríggjadagin tann 15 September.
Liðini spæla hvønn Mikudag og Fríggjadag. Fylgi tó við á heimasíðuni – har KUNNU verða broytingar, millum annað kann forvæntast at spælt verður ein minni ella ein dyst avtrat onkrar vikur.

Finalu dag: TBD.

Deild B
Byrjar Hósdagin tann 14 September.
Liðini spæla hvønn Mánadag og Hósdag. Fylgi tó við á heimasíðuni – har KUNNU verða broytingar, millum annað kann forvæntast at spælt verður ein minni ella ein dyst avtrat onkrar vikur.

 

Vit gleða okkum til nógv spennandi í Sesong 3!

Cart
  • No products in the cart.