Dagføring til CS:GO – Broytingar til Elektron Deildina?

Í nátt tann 21. Apríl 2018 kom nýtt patch til Counter-Strike: Global Offensive. Nýggja updateringin er sera lítil, tó at hon óivað kemur at hava stóra ávirkan á Counter-Strike kappingar framyvir. Hetta grundað á, at dust2 er lagdur í Active Duty Map Pool aftur. Hetta hevur við sær, at Cobblestone var tikin úr Active Duty Map Pool, ið bendir á, at Cobblestone kemur at fáa eina HD útgávu, júst sum t.d. Nuke, Inferno, o.s.fr.

Avtrat hesum hevur lítla updateringin eisini við sær, at til ber at spæla Nuke í wingman. Eisini vóru Austria og Shipped fluttar til sonevnda casual map bólkin Defusal Group Sigma. Avtrat hesum er ein smá broyting eisin gjørd viðvíkjandi einum exploit sum hevði ávirkan á servararnar.

Ávirkan á Elektron deildina:

Hendan updateringin kemur ikki at hava ávirkan á map pool í Elektron deildini, av tí orsøk, at kappingardeildin byrjaði áðrenn handan stóra broytingin var gjørd í map pool. Tískil verður map pool í Elektron deildini framvegis:

  • Mirage
  • Cache
  • Inferno
  • Nuke
  • Cobblestone
  • Overpass
  • Train

 

Sí patch notes her:

Release Notes for 4/20/2018

2018.04.20

[MAPS]

– Added Dust II to the Active Duty map pool.

– Removed Cobblestone from the Active Duty map pool.

– Added support for Nuke in Wingman.

– Moved Austria and Shipped into Defusal Group Sigma casual map group.

– Moved Cobblestone into Defusal Group Delta casual map group.

[MISC]

– Fixed an exploit that impacted game server performance.

Kelda: http://blog.counter-strike.net/index.php/2018/04/20344/

Cart
  • No products in the cart.