Fyrsta umfarið í Semi finalunum er nú liðugt, og liði “Vit Snýta” megnaðu at sigrað yvir “Bara Eg”.
Í umfarinum millum “Vit Snýta” ímóti “Bara Eg” var líkt til, at “Bara Eg” fór at sigra á “Vit Snýta”. Bæði liðini spældi sera gott, har tey fylgdust at í at vinna rundirnar, men tað vísti seg, at “Vit Snýta” stóð seg betri í seinnu hálvu í spølunum.
Í undankappingini var “Vit Snýta” nummar 1, og “Bara Eg” var nummar 4.
Tískil er liði “Vit Snýta” nú komin víðari til finaluna í Deild B, ið verður leiktur ímorgin, 17 Mai 2020 klokkan 18:00.
Í kvøld er aftur semi finalu umfar
Klokkan 18:00 senda vit beinleiðis dystin millum OrkaGaming og KassaBoys. Eftir øllum at døma verður hetta eisini ein sera tættur dystur, har bæði liðini hava spælt seg sera gott í kappingina.
Úrslit av Deild B finalu umførini síggjast á okkara CS:GO síðu.
Í kvøld senda vit beinleiðis klokkan 18:00 her: https://www.twitch.tv/esportfo