Fjórði dagurin í MLG Columbus

Fjórði dagurin í MLG Columbus hevur fingið sín enda, har vit bert 3 lið sum fóru úr kappingini hendan dagin.
5 lið kappast víðari, nú leygardagurin byrjar.
MLG Columbus fingu ikki enda kvartfinaluna, so vit fara at síggja ein dyst har Luminosity spæla ímóti Virtus Pro.
Orsøkin til at dysturin hjá VP og LG ikki bleyv spældur í gjár, hevur nógv at gera við at tað fór so seint út at náttina fyri Europa, har ein stórur partur av hyggjarinum eru.

Game 1
Na’Vi vs NIP
Tann fysti dysturin í kvartfinaluni, hevði teir kláru favoritarnir í dystinum, Na’Vi, Guardian á odda sum skuldi taka ímótir
NIP ið hava havt stórar trupuleikar, at fáa sítt spæl at koyra hetta seinasta árið.
Og tíanverri mátti NIP eisini koma til hesa kappingina uttan Pyth, vegna trupuleikum við at skaffa Visa.
Threat teirra venjari og in-game leiðari, hevur tikið hansara pláss. Av hesum hevur NIP ikki fingi spælt tað besta teir megnaðu, og NIP hevur ongan – dedicated – sniper sum kann spæla ímótir GuardiaN ein av teimun bestu AWP’er í heiminum.

Map 1 bleyv so Inferno, ein góður bani fyri NIP, her máttu teir vísa seg um teir skuldu vinna ímóti Na’Vi so var tað í Inferno teir hevði møðuleikan.
Sjálvt um svenskarin Get_RiGhT fekk øll at kóka við hansar SCAR-20 ace á rundu 21, so var tað ikki nokk, Na’Vi vann Inferno 16-9.
Mirage var map 2, ein góð mappa fyri Na’vi og vit sóðu beinavegin at hetta var nógv fyri NIP, og teir fóru heim við Mirage 16-10.

Game 2
Fnatic vs Astalis
Næsta game var tað mest áhugaverda hetta kvøldið.
Hóast Olofmeister hevði – handlið – trupuleikar, so vóru Fnatic klárir favoritar, at vinna ímótir Astralis sjálvt um teir taptu ímóti Liquid í Bólka spæliðnum.
Map 1 var Overpass, har liði hjá Karrigan kom heilt óvanta frammum 8 – 0 áðrenn, Fnatic tók eitt timeout, og ikki fyrr enn tá komu teir endiliga uppá talvuna. Men sjálvt ikki stjórnaleikari Flusha kundi bjarga Fnatic, og Astralis rann avstað við Map 1 Overpass 16-10.
Fnatic eri blivnir nógv for cocky í teirra veto phase strategy, teir velja tí ringu síðina á Overpass fyrst
og so endur taka tað á Cache, banin sum Astralis vunnu Fnatic í, nakrar vikur síðan í einum offline game.

Hetta skuldi vísa seg at vera ein – catastrophic decision -.
Á Cache vann Astralis pistol rundina, og frá tá av kom fnatic ongantíð aftur í spælið, teir vunnu eina rundu bara fyri at tapa tíð næstu, og høvdu ikki pengar
til at keypa nakað vápn, Pengarnir vóru ikki grundin til hetta tapið, ein sum sá dystin sá beinavegin at, Astralis útspældið Fnatic,
so pengarnir spældu eina rollu men hetta var ikki høvuðsorsøkin. Hetta kundi ikki verið betri “tima” av Astralis, vit skulu 182
dagar aftur, fyri at finna ein flottan sigur yvir Fnatic. Astralis situr nú, saman við Na’Vi og bíða í hálvfinaluni.

Game 3
Counter Logic Gaming vs Liquid
Nú var tað at tað skuldi henda, Nationwide Arena er selt út, dysturin um North America skuldi spælast.
CLG saman við Tarik, Jdm64 og teirra venjari Pita fingu eina dreyma byrjan, einki virkaði hjá Liquid og fólk vóru bangin um at tað fór at henda heilt galið, map 1 var Cache sum
Liquid valdu at spæla, og tá ið CLG vinna Terrorist side 12-3, sá tað sera svart út, men sum oftast tá ið fólk halda at alt er liðug, so hendi tað mest ótrúliga. Sjálvt um Liquid kom á Terrorist síðuna og var aftan fyri 12-3. So róptu fólk á Simple, og hetta vísti seg at verða ein stór hjálp. Simple ikki bara vaknaði, hann, saman við Liquid gjørdu eitt tað mest ótrúliga comback nakrantíð. CLG vildi ikki taka timeout og tað kom til at kosta teimun dýrt, teir valdu at bíða,  til tað bleyv 12-12 áðrenn teir tóku eitt timeout, men tá var motivatióin so mikið høg hjá Liquid, og nervarnir hjá CLG vóru
komnir upp at spæla.
Ikki fyrr enn at Liquid kom á 14-12 at CLG endiliga fekk eina rundu.
Liquid (14) CLG (13) bæði liðini kundu taka næstu runduna og spenningurin var stórur, Twitch chat ýldi.
Liquid vann tíð næstu runduna, og alt var fari, CLG fekk eitt sera vánaligt buy, og hetta tók Liquid sær av, og fóru heim við Map 1 Cache 16-13.

Map 2 var Mirage, her sá man kláran munn á, hvat tað betra liði var.
Liquid byrjaði illa, har teir taptu pistol round, men megnaði at koma aftur í rundu 2 við einum force buy. Ágangandi spælið hjá Simple, gjørdi at Liquid kom á 9 rundir á (CT), ímótir CLG 6 (T). CLG valdu umaftur hesaferð av ikki at taka eitt timeout á (CT) og sum á map 1, kostaði hetta teimun dýrt. Liquid spældu teir niður, og vann Mirage Liquid (16) CLG (6).

 

Nú er Leygardagurin komin og tíð til at gera seg kláran til ein sera spennandi dyst um eitt pláss í hálvfinaluni, har Luminosity og Virtus.Pro kappast um plássið.
Teir byrja klokkan 15 Føroyiska tíð.
Síðan byrja hálvfinalan har Na’Vi spæla ímóti Astralis, og Liquid bíðar eftir vinnarinum av VP ella LG til at enda dagin við.

Skrivað hevur DannyS
(Daniel Rein)

 

Cart
  • No products in the cart.