Deild B byrjar Mánadagin

Deild B byrjar mánadagin.

Nú byrjar Deild B endiliga, og spennandi verður at síggja hvussu hon ferð at útfolda seg ígjøgnum kappingarárið. Fleiri kend andlit frá tí Føroysku League of Legends leikpalluni spæla í Deild B, og væntast skal tí, at deildin verður sera spennandi at fylgja við í, og nógvir tættir dystir verða.

Deild B leika í vanligt skema Mánadagar og Mikudagar, og hava nakrir pluss dagar teir næstu vikurnar, fyri at leikast kann verða liðugt áðrenn árskifti. Vegna stórar broytingar í League of Legends komandi Mikudag, er avgerð tikin um at útseta tað umfarið til Sunnudag, sama tíðspunkt.

Fleiri hava sýnt áhuga fyri at livestroyma Deild B, og tískil vænta vit, at nógv umfør eisini verða livestroyma í henni. Vinnarnir av Deild B vinna beinleiðis og ókeypis atgongd til hægstu kappingardeild næsta sesong, og eisini lata vit eina eyka vinning avtrat. Nummar 2 vinnur eisini beinleiðis atgongd til bestu deild næsta ár.

Liðini ið spæla við í Deild B eru hesu:

Tjørnuvík UnitedCrime City
The ImpostersCooldawg Beanboys
BreckmennGv16
The GoodieStoreSpynkarnir

Leikarir á liðunum sæst á www.esport.fo/lol