Deild B byrjar

Fríggjadagin í hesu viku, klokkan 19:00, byrjar Deild B. Deild B er ein meira hugnalig kappingardeild, har tað ikki verður spælt um nakrar vinningar, burturfrá, at nummar 1 og 2 verða bjóðaði við í Elektron Deildina til næstu sesong.

Deild B spæla hvønn Mánadag og Mikudag klokkan 19:00, og spælt verður uttan viku-pausu, ið vit annars hava sæð í hinum sesongunum. Byrja verður tó nú fríggjadagin. Øll lið hava møguleikan at flyta dystir, við at avtala við hitt liði væl frammanundan áðrenn. Reglugerðin frá Elektron Deildini er eisini galdandi fyri Deild B.

Dystarskrá og hvørji spælarnir eru sæst á heimasíðu okkara.

Sum info til liðini, verða tey biðin um at gjalda kappingardeildar kostnaðin áðrenn Mánadagin 25 Februar. Kostnaður fyri hvønn leikari á liðnum er 100,-. I

 

Cart
  • No products in the cart.