DotaPit 4 hygg á esport.fo

Tann næsta kappingin har øll tey stóru liðini fara at kappast aftur verður til DotaPit 4. Kappingin byrjar 19. mars til 20. mars, har teir fara at spæla um 187,036 dollarir.
Eitt direkta link verður til kappingina frá twitch á heimasíðuni. Vit hava gjørt tað at man sleppur at kjatta direkta við onnur ið eru á heimasíðuni, soleiðis sleppur man at samskifta við aðrar føroyingar og man sleppur frá at síggja alt spammi á frá twitch kjattinum.

eu qualifyer dotapit4

Tey liðini ið eru blivin bjóðaði beinleiðis eru Virtus Pro, OG, Team Secret og Evil Geniuses.
Úr Europa koma tvey lið við til kappingina, Na’vi og Team Empire kláraði seg í undankappingini sjálvt um fleiri góð lið vóru við sum Vega, Team Spirit og Team Liquid.
Team Liquid ið nokk vóru favorittar til at vinna hesa undankappingina megnaði bert at vinna ein dyst men spældi tó 4 javnar.

Xboct kemur at spæla fyri Virtus Pro sum postion 1 fyri Silent í hesari kappingini.

eu qualifyer dotapit4

Úr Amerika var tað Complexity ið kláraði seg í undankappingini við at vinna 4 og tapa 1 dyst.
Digital Chaos vóru beint í hølinum teir taptu ongan dyst men spældu tveir javnir.
eu qualifyer dotapit4

Úr Asia var tað MvP pheonix sum hava verði ótrúliga góðir í seinastuni í kláraði seg í undankappingini har teir vunni fýra spældi tveir javnir og taptu ongan.
group a dotapit4

Cart
  • No products in the cart.