Dreamhack Masters Malmö 2016 er byrja

Í dag byrjaði Dreamhack Masters Malmö 2016 og kappingin um $250.000,00 er skotin í gongd.

Túsundtals fjepparir ferðast í løtuni til Malmö Arena í Svøríki fyri at síggja Dreamhack Masters. 16 lið fara komandi dagarnir at kempa um heiðurin sum Dreamhack Master Malmö Champions, har vinnarin fer avstað við $100.000,00. Restin verður deilt út ímillum hini plássini.

8 lið eru bjóðaði við og 8 lið hava spælt seg upp til kappingina ígjøgnum Open Online Qualifiers.

Svenska stórliðið Fnatic er ikki við í kappingina vegna ein skaða hjá spælarinum Olof ‘olofmeister’ Kajbjer. Ístaðin er franska liðið G2 Esports við.
G2 Esports hava havt eina útskifting á teirra liðið. Liðskiparin Kevin ‘Ex6TenZ’ Droolans er farin úr hópinum og inn er Alexandre ‘bodyy’ Pianaro komin. Eisini er tað staðfest at Richard ‘shox’ Papillon verður liðskipari hjá G2 Esports.

Dagurin byrjaði við at vinnararnir av MLG Columbus og núverandi heimsmeistarir, Luminosity Gaming tóku ímóti kinverjunum úr TyLoo. Hóast asiatiski platformurin innan CS:GO ikki er so stórur, so sær man alsamt meira til TyLoo. Tó var tað ikki nokk til at vinna Luminosity Gaming úr Brasil. Við sambadansi á bananum Mirage, spældi Luminosity seg víðari við einum dyggum sigri á TyLoo við støðuni 16-7

Mousesports úr Týsklandi tóku ímóti amerikanska Team Liquid. Leikt var á bananum Dust2 og har vísti mousesports at tað er ein favoritt bani hjá teimum. Teir vunnu 16-13 á Team Liquid og hava nú spælt seg víðari. Í morgin skulu teir spæla ímóti Luminosity Gaming.

Í skrivandi stund hevur ukrainska liðið NaVi vunni yvir svenska Godsent á bananum Train. Støðan endaði 16-11 til NaVi, sum høvdu teirra coach, Sergey ‘starix’ Ischuk, til at spæla fyri Ladislav ‘GuardiaN’ Kovács. GuardiaN hevur í eina tíð beistast við skaða í handliðinum.

Grein skrivað av Hans Otto Samuelsen

LIVE STROYMING HER

Niðanfyri sæst liðini sum eru við í kappingini.

dream_hack_masters_who_is_there

Cart
  • No products in the cart.