Dystaskráin 10. mars

So byrjar 5. umfar av Effo Deildini við einum bresti! Tað verða tveir sera spennandi dystir millum topplið, ið fara at verða spældir í kvøld.

Klokkan 20:00 verður Clash Team – Høvdin spældur. Clash Team hava víst seg at hava verið eitt ótrúliga sterkt lið, men fingu sítt fyrsta tap í gjár ímóti TTT. Høvdin harafturímóti byrjaðu kappingina sindur spakuliga, men eru nú av álvara komnir í form. Óivað ein javnur og spennandi dystur.

Klokkan 21:00 verða tað MergBerg – RoykiPausan. Enn ein javnur dystur, sum fer at vera ótrúliga týdningarmikil serstakliga fyri RoykiPausuna. Teir sita í løtuni aftast á stigatalvuni sum 0-4. Ímóti teimum eru MergBerg, sum hava prógvað, at teir eru eitt ótrúliga sterkt lið. Teir góvu m.a. fyrrverandi fyrstaplássi Xaroe sítt fyrsta tap. Tó eru RoykiPausan eitt lið, sum er samansett av veruligum veteranum og superstjørnum í føroysku LoL-scenuni. Er hetta júst tann dysturin, har teir prógva, hvat teir veruliga eru gjørdir av?

Cart
  • No products in the cart.