E-sport á eftirskúla í Føroyum

Til August 2019, ber til at fara á eftirskúla í Føroyum, við breyt í eSporti. Eftirskúlin leggur stóran dent á at veita upplivingar kring alt Føroyar, og samstundis knýta tað inn í áhugaverdar breytar, millum annað eSporti.

Í Danmark síggjast fleiri kommunur og felagsskapir, har tey ungu eru fysiskt virkin í sambandi við at tey íðka esport. Hjá danum hevur tað eyðnast serstakliga væl, og danska tjóðin er í dag ein altjóða fyrimynd innan esport. Esportur kann fáa tey ið ikki íðka ítrótt frammanundan, at byrja at venja soleiðis at tey eru betri fyri, við tí fyri eygað, at hækka um teirra leikstøði innan esport.

Eftirskúlin skrivar:

Eftirskúlin er staðsettur á Tvøroyri, og vit gleða okkum til at taka ímóti fyrstu næmingunum í august 2019. Fyrsta árið verður skúlin myndaður av 16 næmingum, ið allir fáa eina heilt serstaka uppliving sum fyrstu næmingarnir á Føroya Eftirskúla.

Og

Á films-og sjónleikarbreytini læra næmingar at gera film. Skift verður millum teori og praksis, alt frá at siga eina søgu, taka upp, klippa og seta saman, gera kulissur o.a. Filmsbreytin verður partvíst knýtt saman við Føroyabreytini, tí alt verður tikið upp og skrásett. Tað er eisini ein breyt, ið allir skúlans næmingar luttaka á.

Afturat hesum báðum skulu næmingarnir velja tvær breytir millum e-sport, sjóvinnubreytina, køksbreytina og íverksetara- og miðlabreytina.

..

Nærri kunning um undirvísingina kann síggjast á heimasíðuni

Um hetta hevur vakt tín áhuga, og tú ynskir at verða millum fyrstu næmingarnir á Føroya Eftirskúla, kanst tú senda ein teldupost á [email protected]

Vit gleða okkum til at taka ímóti tykkum

Føroya Eftirskúli

 

Sí alt tíðindaskrivið her:

http://eftirskulin.fo/2019/04/18/kom-vid-a-foeroya-eftirskula/

Les meira um eSport sum ítróttagrein her:

https://esport.fo/esportur-sum-itrottagrein/

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here