Hesa vikuna hava vit okkurt heilt serligt fyrireikað, tí tað verður nemliga Effo Dagur! At feira tað, at vit eru komin hálvvegis í Effo Deildini, eru 4 lið blivin kosin, og 3 dystir skulu spælast nú leygardagin tann 26. mars. Stóra twistið er, at teir verða spældir á LAN á Óðinshædd, har vit hava sett upp og gjørt nógv burturúr!
Hesi liðini eru boðin frá kl 12.00 leygardagin at seta teldurnar upp og annars hugna sær har við fiburneti og øllum góðum. Matur og drekka verður eisini.
Dystaskráin, sum vit hava tryggjað okkum endar við einum øgiligum bresti millum tvey topplið, sær soleiðis út:
kl 18.00 CTM – MEG
kl 19.00 KYS – XAR
kl 20.00 CTM – KYS
Allir hinir dystirnir í umfar 10 verða fluttir til sunnudagin. Um tað ikki liggur fyri hjá einum liði at spæla tá, eru tey vælkomin at flyta tann dystin eftir tørvi. Hesir dystirnir verða so útsettir:
27/03 | 18:00 | Høvdin | vs | Tik Tok Titans |
27/03 | 19:00 | MergBerg | vs | Breckmenn |
27/03 | 20:00 | Góðaráð | vs | RoykiPausan |
Hetta er ein roynd og ein forsmakkur uppá finaluna, sum verður um ein góðan mánað. Tað vera ikki áskoðarapláss hesuferð. Men tað verður møguliga aðrir sovorðnir Effo Dagar bæði í hesu og serstakliga í næstu sesong av Effo Deildini. Hetta er sanniliga byrjanin uppá okkurt stórt!