Effo Deildin Byrjar

Í dag er dagurin, har vit skriva søgu í League of Legends. Dagurin í dag, 3. november er tann dagurin, har fyrsta veruliga sesong í League of Legends verður.

Liðini hava fingið boð um nær teir spæla, og lagt er upp til fleiri spennandi dystir. Esport.fo fer at stroyma so nógvir dystir sum møguligt á okkara twitch kanal sum er at finna HER. Byrja verður í kvøld byrja vit klokkan 19 við dystinum ímillum Einki Pláss og Spacebeans. Lagt er annars upp til eina sera tætta kapping, har vit longu nú hava sæð fleiri sera tættar dystir í undankappingini. Øll liðini hava sín heilt serstaka máta at spæla uppá, og tað verður sera spennandi og stuttligt at síggja hvussu tey ymisku liðini fara at klára seg. 

 Effo deildin hevur eisini eina deild undir sær ‘’Deild B’’ og eftir hvørjum árið fara tvey tey ovastu liðini í tí deildini at flyta upp í effo deildini, og tvey flyta tvey lið niður. Tað leggur eitt ávíst trýst á øll liðini um at altíð leggja sínar taktikkir og strategi til rættis, alt eftir hvat fyri champions eru góðir í tí tíðarskeiðinum.

Vinnirgarnir í Effo deildini eru góðar 60.000kr tilsamans, so tað er sera nógv at spæla um, liðini fara at spæla ímóti hvørjum øðrum 2 ferðir tilsamans, so longu nú er eitt ávíst trýst á øllum liðunum, tí at tað skulu ikki nógvir mistøk til áðrenn man er heilt úr toppstríðnum. Nervarnir fara so heilt sikkurt at vera sjónligir tá í fyrsta umfarð verður skotið í gongd í kvøld!