Effo Deildin – Umfar 12

Nú eru tað heilt fá umfør eftir av kappingini og færri enn tríggjar vikur eftir, áðrenn síðstu dystirnir í kappingarárinum eru spældir. Hesir komandi dystirnir eru heilt ótrúliga týdningarmiklir fyri tey liðini, sum liggja í miðjuni. Bert ein sigur ella eitt tap kann vera munurin millum at koma í kvartfinaluna ella at sita á síðulinjuni, ímeðan eitt annað lið stríðist fyri at koma til finaluna.

Tað eru júst tvey sovorðin lið, ið skulu spæla í kvøld kl 20.30, og tað eru Høvdin(3-8) og MergBerg(3-7), sum fara at spæla. Ein sera javnur dystur, sum kann vera ótrúliga avgerðandi fyri vóninar hjá liðunum at sleppa í kvartfinaluna.

So verður tað kl 21.30 ein sera spennandi dystur millum Góðaráð(5-6) og Keep Yourself Safe(6-5). Enn einaferð tvey heilt ótrúliga jøvn lið, sum nú av álvara mugu prógva seg, tí bæði liðini kunnu enn detta undir topp 6 markið, sum krevst fyri at koma í kvartfinaluna.

Góða eydnu til øll liðini, sum spæla í dag, og vit síggjast á twitch.tv/esportfo kl 20.30!

Cart
  • No products in the cart.