Effo Deildin – Umfar 13

Nú er 13. umfar av Effo Deildini komið! Tað nærkast nú av álvara finaludegnum, og tí er tað ein óvanliga stór vekt á hvørjum einasta dysti, sum verður spældur. Dystaskráin í dag sær soleiðis út:

19:30 GÓÁ – MEG

20:30 TTT – RP

21:30 KYS – BRC

Góðaráð og Megin stríðast bæði fyri at tryggja sær eitt pláss í kvartfinaluni og tí eisini ein møguleika at vinna Effo Deildina. Tí kann mann vænta ein harðan og javnan dyst. 

TikTokTitans standa enn sterkt uttan eitt einasta tap, men Effo Deildin hevur víst seg at vera fulla av Dávid og Goliat støðum, har ið veikara liðið hevur megnað at sigrað. Og tað er ongin størri sigur at seta Roykipausuna á kós ímóti kvartfinalunum enn ímóti toppliðinum TTT. 

So verður tað ein sera javnur dystur millum Keep Yourself Safe og Breckmenn. Keep Yourself Safe leita í løtuni eftir at tryggja sær sítt pláss í topp 4, tí vandin er altíð har, at mann sum lið tapur nøkur spøl á rað og knappliga ikki sleppur víðari til kvartfinalurnar. Breckmenn stríðast á sama hátt, tí teir liggja í løtuni á 6. plássi, men við heili 6 umførum eftir, so kunnu teir ikki slappa av enn. Ein heilt ótrúliga javnur dystur, sum kann fara báðar vegir, og er sera týdningarmikil fyri bæði liðini at tryggja sær eitt fast pláss til kvartfinalurnar.

Góða eydnu til øll liðini, sum fara at spæla frá kl 19:30 á twitch.tv/esportfo. Kom og sig hey!

Cart
  • No products in the cart.