Effo Deildin – Umfar 14

Tað er nú 14. umfar av 18, sum merkir tað eru bert nakrir heilt fáir dystir eftir, áðrenn vit vita, hvørji lið vit fara at síggja í kvartfinaluni. Í dag sær skráin soleiðis út:

19:30RoykiPausanvsMergBerg
20:30Tik Tok TitansvsKeep Yourself Safe
21:30GóðaráðvsXaroe

Fyrst og fremst verður tað RoykiPausan ímóti MergBerg. Bæði liðini liggja eitt sindur aftanfyri á ávikavist 10. og 8. plássi, men tað er væl og virðiliga ein góður møguleiki hjá MergBerg at tryggja sær ein sigur og nærkast tí ótrúliga týdningarmikla 6. plássinum, ið tryggjar teimum at koma víðari til kvartfinalurnar. RoykiPausan hevur tí enn stóran týdning, tí um teir spæla væl nú, so kunnu teir í roynd og veru avgera, hvør kemur víðari til kvartfinalurnar.

Klokkan 20.30 er tað so TTT-KYS, har Keep Yourself Safe veruliga má koma við onkrum, sum líkist tí, Megin gjørdi ímóti Clash Team á Effo Degnum. Og tað er tað, teir ætla. Vit hava hoyrt liðskiparan Páll “RubekPants” Rubek Joensen tosað í einum interviewi, at teir hava okkurt í lummanum til júst hesa støðuna. Óivað ein spennandi dystur og tvey lið, sum vit saktans kunnu vænta í finaluni.

Síðst í kvøld er tað so Góðaráð-Xaroe. Ein sera spennandi dystur. Um tit ikki veruliga kenna liðini, so er Team Spotlight skrivað um bæði liðini. Men flestu fólk í Føroyum kenna spælararnar, sum allir eru ótrúliga sterkir og vandir. Tað er sera stórt trýst á Góðaráð, ið enn liggur ótrygt á einum 5. plássi við bert einum dysti frammanfyri 6. og 7. plássi.

Stigatalvan er so ótrúliga jøvn í løtuni, at hvør dystur vigar heilt ótrúliga nógv. Tí síggja vit eisini, at hesir dystirnir eru so heilt ótrúliga spennandi. Tú vilt ikki missa hesar dystirnar, sum verða stroymdir frá kl 19:30 her!

Cart
  • No products in the cart.