Effo Deildin – Umfar 17

Næst síðsta umfarið er nú komið. Tað vil siga, at hvørt lið bert hevur 2 dystir eftir, áðrenn stigatalvan er fullgjørd. Á skránni í dag hava vit hesar dystirnar:

19:30MergBergvsMegin
20:30RoykiPausanvsKeep Yourself Safe
21:30XaroevsClash Team

Klokkan 19:30 byrja vit so við MergBerg-Megin. MergBerg og Megin liggja bæði á markinum at sleppa víðari til kvartfinaluna. Megin liggur í løtuni á 6. plássi og MergBerg á 8. plássi. Tó kann MergBerg við einum sigri her berja seg inn á 6. plássið. Tí er hetta tann týdningarmiklasti dysturin í allari kappingini fyri MergBerg. Um teir tapa her, so ber ikki til hjá teimum at koma til kvartfinalurnar og missa tí møguleikan at vinna Effo Deildina. Megin fara eisini at gera alt fyri at vinna hendan dystin, tí teir eru alt annað enn tryggjaðir á 6. plássinum. Breckmenn, sum liggja á 7. plássi, anda teir í nakkan og tráa eftir at sleppa í kvartfinalurnar. Ein ótrúliga týdningarmikil dystur, sum mann má fáa við!

So er tað RoykiPausan-Keep Yourself Safe kl 20:30. RoykiPausan liggur á løtuni á einum 10. plássi við bert einum sigri. Men tað er nemliga tí, hesir síðstu dystirnir eru so týdningarmiklir fyri RoykiPausuna. Nú er tað, at RoykiPausan kann velja, um teir vilja fara út við stíli ella ikki. Harafturímóti leitar Keep Yourself Safe møguliga eftir einum 3. plássi, sum Xaroe hevur í løtuni. Keep Yourself Safe liggja 2 sigrar aftanfyri á einum 4. plássi. Xaroe skulu komandi dystirnar spæla ímóti Clash Team og Tik Tok Titans, tey tvey sterkastu liðini, og tí ber væl til hjá Keep Yourself Safe at javnast við Xaroe á einum 3. plássi. Tað er sera týdningarmikið, tí 3. plássið spælir ímóti 6. plássinum í kvartfinaluni.

Síðst er tað so toppdysturin millum topplið. Xaroe og Clash Team spæla kl 21.30! Tað er her, ordans League of Legends verður spælt. Clash Team hava møguliga tann mest aggressiva og farliga spælistílin av nøkrum liði. Um teir fáa ein lítlan fyrimun, so megna teir at fara við spælinum. Harafturímóti duga Xaroe ótrúliga væl at steðga hinum liðinum frá at spæla spælið. Nógv CC og zoning ger, at fíggindin er sera avmarkaður í, hvussu hann spælir. Tað er altíð spennandi at síggja so ymiskar spælistílir fara ímóti hvørjum øðrum, og ongantíð betur, enn tá tað so eisini eru topplið.

Ein sera spennandi dystarskrá í kvøld, og vit enda bara við at ynskja øllum liðunum, ið spæla í kvøld, góða eydnu! Vit hoyrast á twitch.tv/esportfo klokkan 19.30!

Cart
  • No products in the cart.