Effo Deildin – Umfar 18

Nú er síðsta umfar av Effo Deildini komið! Í kvøld er tað, at síðstu dystirnir verða spældir, áðrenn stigatalvan er fullkomin. Tó er tað enn ikki avgjørt, hvørji lið koma við í kvartfinaluna. Tað er tí, at Breckmenn megnaðu at vinna á Xaroe í gjárkvøldi, sum merkir, at teir enn hava ein kjans at koma upp á eitt 6. pláss, um Megin ella Góðaráð tapa ein dyst í dag.

Xaroe royna eisini nú at berja seg upp á eitt 2. pláss, sum loyvir teimum at koma beinleiðis víðari til semifinalurnar heldur enn at berja seg inn gjøgnum kvartfinaluna.

Skráin fyri livestream til síðsta umfarið sær soleiðis út:

19:30MergBergvsGóðaráð
20:30Keep Yourself SafevsClash Team
21:30Tik Tok TitansvsXaroe

Fyrsti dysturin klokkan 19:30 er heilt ótrúliga týdningarmikil fyri, hvør sleppur víðari til kvartfinaluna. Góðaráð liggja sera ótrygt, og um teir tapa hendan dystin, so javnast teir møguliga við Breckmenn og Megin. Tí kann mann vænta ein tiebreaker í morgin, um hetta hendir.

Klokkan 20:30 spæla tey sera sterku liðini Keep Yourself Sfae og Clash Team. Nú er tað Clash Team, ið sera gjarna vilja vinna hendan dystin, tí teir eru ikki tryggjaðir 2. pláss uttan hendan sigrin. Harafturímóti fer hesin dysturin veruliga at seta eginleikarnar hjá Keep Yourself Safe uppá roynd, tí Clash Team eru eitt heilt ótrúliga vandamikið lið at spæla ímóti.

Síðst verður so ein dystur millum toppliðini Tik Tok Titans og Xaroe kl 21:30. Sum sagt vilja Xaroe sera gjarna vinna hendan dystin, tí so kunnu teir møguliga berja seg upp á eitt 2. pláss, sum so loyvir teimum at sleppa beinleiðis í semifinalurnar. Tvey sera sterk lið, sum spæla sín síðsta dyst áðrenn kvartfinalurnar. Verið klár til okkurt púra vilt í hesum dystinum.

Góða eydnu til øll, sum spæla í kvøld, og vit hoyrast frá 19:30 á twitch.tv/esportfo.

Cart
  • No products in the cart.