Effo Deildin – Umfar 6

Í kvøld byrjar 6. umfar av Effo Deildini. Tað verða tríggir spennandi dystir í kvøld.

Skráin verður tann, at kl 19.30 spæla Tik Tok Titans, núverandi fyrstapláss, og Megin, sum í løtuni liggja aftast. Ein ordans Dávid og Goliat støða her hjá Megini. Møguliga er hetta tann dysturin, har teir venda gongdini við. Vit sóu m.a. stutt síðani í LEC at Rogue Esports, sum vóru 9-0, taptu ímóti Astralis, sum vóru 0-9. Tað sigst, at søgan endurtekur seg. Kanska vit siggja eitt monster upset hjá Megini í kvøld.

Klokkan 20.30 verður tað Clash Team – Mergberg. Clash Team vísir seg at vera eitt ótrúliga sterkt lið, sum liggur behagiliga á 2. plássi. MergBerg hava eisini prógvað, at teir ikki skulu verða undirmettir m.a. tá teir vunnu á táverandi 1. plássi Xaroe í størsta upsettinum, vit hava sæð í kappingini. Møguliga Mergberg enn einaferð fáa eitt superteam at boyggja seg fyri teimum. 

Breckmenn-Góðaráð er eisini ein ótrúliga spennandi dystur, sum verður spældur í kvøld kl 22. Dysturin verður tó ikki streamaður.

Klokkan 21.30 verður síðsti dysturin í kvøld, sum er RoykiPausan-Xaroe. RoykiPausan liggur í løtuni næst aftast við 1-4. Men í síðstu viku fingu teir fyrsta sigrin og eru møguliga á veg uppeftir. Teir eru óivað eitt lið við nógvum potentiali og hava m.a. Rúna Jung “Eye Candy” Lave Davidsen, sum vann sesong 1 av Effo Deildini. So sjálvt um teir nú spæla ímóti einum veruligum toppliði, so skulu teir ikki undirmetast.

Síggjast í kvøld kl 19.30!

Cart
  • No products in the cart.