Effo Deildin – Umfar 8

So verður tað enn eitt spennandi kvøld við fleiri jøvnum og intensivum dystum. 

20.00 hava vit Høvdin – Góðaráð

Høvdin hava møguliga ikki nakran master spælara, men mátin teir spæla og draftini, teir skipa fyri, er óivað betri enn hvat nakar master spælari hevði kunnað komið við. Teir eru eitt nýtt lið við nógvari orku, sum eru klárir at seta sítt dám á føroyska esports pallin. Hinumegin er tað Góðaráð, sum harafturímóti spælir munandi meira avslappað. Hetta eru jú ótrúliga vandir spælarar. Teir leggja onki í um teir eru 10k gold aftanfyri. Góðaráð eru enn púra róligir og skapa plays, sum koyra teir sendandi inn í spælið aftur. Nøkur av teimum sjúkastu comeback plays hava vit sæð júst frá Góðaráð. Óivað ein ótrúliga spennandi dystur.

Klokkan 21.00 spæla Tik Tok Titans – Breckmenn

Tik Tok Titans sita í løtuni á toppinum sum einasta ósigraða liðið við imponerandi 7-0 scoreline. Teir hava teoretiskt sæð sterkasta liðið í kappingini við heili 5 master spælarum. Men toplane’arin Andrias “An Dry Ass” Rønne Olsen hevur brotið hondliðið og er tí ikki í dystinum í kvøld. Hetta gevur Breckmenn ein stóran møguleika, tí tá ið TTT nú spæla við útskiftara, so megna Breckmenn møguliga at brúka sína ótrúliga sterku topside til at vinna spælið. Super dystur, har Breckmenn fáa prógvað seg sum eitt topplið og møguliga fáa givið ósigraðu Tik Tok Titans sítt fyrsta tap.

So kemur dagsins hæddarpunkt við Clash Team – Xaroe kl 22.00

Hesi liðini deilast í løtuni um 2. pláss. Bæði liðini standa sterkt við einari flottari 6-1 score.

Vit kenna øll spælistílin hjá Xaroe. Ja, hann er so klassiskur í Føroyum, at ein feit frontline, nógv cc og weakside top verður beinanvegin samanborið við Xaroe. Teir kenna hvønnannan og sínar styrkir ótrúliga væl og hava prógvað seg ár aftaná ár at vera millum Føroya bestu. Men harafturímóti hava vit Clash Team, eitt nýtt lið við vandum spælarum, sum spæla ótrúliga high tempo og aggressivt. Eitt anti-Xaroe lið, sum draftar damage og aggressivar lanes at snowballa spøl og enda tey ótrúliga skjótt við sera góðari macro.

Hetta eru tveir spælistílar, sum eru heilt fyri seg. Og nú er tað, at bæði liðini skulu prógva, at stílur sín er tann rætti. Klári næstan ikki at bíða! Clash Team vs Xaroe verður óivað millum týdningarmestu dystirnar í allari kappingini.

Eg endi nú við at ynskja øllum liðunum góða eydnu við ynski um nøkur ótrúliga spennandi spøl. GLHF !

Cart
  • No products in the cart.