Effo Deildin – Umfar 9

So er síðsta umfar í hesu helvt av Effo Deildini! Og tað er ein ordans brestur hendan hálvan endar við, tí tað verða 3 sera spennandi og týdningarmiklir dystir spældir. 

24/0319:30RoykiPausanMegin
24/0320:30BreckmennHøvdin
24/0321:30XaroeTik Tok Titans

Fyrst er tað RP – MEG kl 19.30

Tað eru tvey lið, sum hava óvitandi kappast um ikki at vera aftast. Megin var eina løtu uttan ein einasta sigur, men so svaraðu teir hart aftur og seinastu umførini hava teir fingið heilar tveir sigrar uppá stigatalvuna. Stigatalvan er ikki alt, tí tey spølini, har Megin tapti, vístu teir seg at vera ótrúliga dugnaligir við aggressivum og óvanligum spælistíli, sum hava tikið hini liðini fyri bóli. Harafturímóti hevur RoykiPausan veruliga undirperformað, tá teir hava so ótrúliga sterkar og vælkendar spælarar. Men RoykiPausan hava gjørt nógv fyri at styrkja liðið, m.a. við einum nýggjum junglara, og nógv týðir á, at teir eru um at venda skútuni við. 

Hetta verður ein RoykiPausa, sum vit møguliga ikki hava sæð fyrr, ímóti Megini, mest kreativa liðinum í kappingini. Ein super dystur, sum mann ikki má missa.

kl 20:30 er tað so BRC- HVD. Hesi bæði liggja so sera javnt á stigatalvuni við tveimum sigrum í part. Breckmenn hava ein væl defineraðan spælistíl við sterkum sidelanes, góðum splitpush og onkuntíð ov nógvum globals. Tað er ein stílur, sum ikki líkist tí teamfight og scaling stílinum, mann sær frá flestu øðrum liðum. Tí kunnu teir vera sera truplir at spæla ímóti, men Høvdin er so eitt lið, ið dugir ótrúliga væl at petta sundur bæði hví og hvussu, og tað verður spennandi at síggja, um teir so megna at framleiða eitt aftursvar.

Dagurin og hendan hálvan endar so við einum ótrúliga spennandi dysti, tí kl 21:30 spæla XAR – TTT. Hesi liðini liggja ávikavist á triðja og fyrsta plássi. Xaroe hava spælt ótrúliga væl og einans tapt dystir ímóti tveimum liðum. Harafturímóti eru Tik Tok Titans í løtuni einasta liðið, sum er ósigrað. Teir hava ikki tapt ein einasta dyst, men tað hava verið fleiri ferðir, at lið hava megnað at komi framum TTT serstakliga í early game. Bæði liðini spæla vanliga fyri teamfights og scaling, so hetta verður ein ótrúliga spennandi dystur, har ið bæði liðini leita í roynd og veru eftir tí sama. Tí er spurningurin bara: hvør dugir stílin betri?

Cart
  • No products in the cart.