Elektron Deildin Klár at Byrja

So eru øll átta liðini funnin til Elektron deildina, og nú er tískil klárt at byrja dystirnar um tær 58.000 krónurnar í vinningum!

Ja tú læs rætt. Vinningarnir í Elektron deildini eru nú hækkaðir úr 50.000 krónum upp í heilar 58.000 krónur í vinningum. Hetta kemst av tí, at Pizza 67 nú er ein stuðul til Elektron deildina.
Býtið av vinningunum verður tí eisini broytt, og kemur at síggja soleiðis út:

1. Pláss: 10.000 kr. Kontant + upp til virði á 15.000 kr. frá POWER + Virði á 2.380 kr. frá Pizza67 + 5x eSport.fo troyggjur + Steyp
2. Pláss: Virði á 5.000 kr. frá Hey + virði á 5.000 kr. frá Føroya Bjór + Virði á 1.785 kr. frá Pizza67.
3-4. Pláss: Virði á 2.500 kr. frá Hey + virði á 2.500 kr. frá Føroya Bjór + Virði á 1.190 kr. frá Pizza67.
5. Pláss: 5x eSport.fo troyggjur + Virði á 595 kr. frá Pizza67.
6. Pláss: Virði á 595 kr. frá Pizza67.

Elektron deildin #4 sær út til at verða tann harðasta kappingin higartil. Áður hava tað verið tvey ella trý lið sum veruliga kunnu sammetast, tó hesuferð er kappingin nógv javnari, tó at tað sjálvandi altíð eru nakrir favorittar.

Tey átta liðini sum eru í Elektron deildini #4 eru:
Team Ballast
NoHitWonders
Promillu Bandin
SpaceCowboys
Unfortunate Situation
BloodSportGaming
Team Spik
Team Skrr
Tó hevur Team Skrr boðað frá, at teir møguliga ikki verða við í Elektron deildini. Hetta hevur við sær, at Blue 1ce møguliga sleppa í Elektron deildina í teirra stað, um so er. Hetta verður avgjørt millum eSport.fo og Team Skrr ein av komandi døgunum, áðrenn Elektron deildin byrjar.

Dystirnir í Elektron deildini byrja tann 23. Mars 2018, og tá verður vinnarin av gávukortinum á 2.000 krónur eisini funnin. Elektron deildin verður sjálvandi stroymað við frásøgufólki, og tit kunnu fylgja við dystunum á www.twitch.tv/esportfo tá dystir eru.
Eisini verða aðrar tænastur til tykkara ið eru áhugaði. Livescore, hagtøl, demo downloads o.a. í sambandi við Elektron deildina verða at finna á heimasíðu okkara, undir CS:GO síðuna.

 

Vit hava meira at avdúka skjótt.. Gev tummilin upp á okkara facebook grein um tit eru áhugaði í tí næsta sum kemur út!

Cart
  • No products in the cart.